Í døgunum 12-16 apríl 2017 luttóku Rói Dam Dalsgarð og Bartal Súsonnuson Hansen á árliga páskaskeiðinum hjá Danmarks Socialdemokratiske Ungdom, DSU. Hesa ferð varð skeiðið hildið á einum ítrottaháskúla í Ollerup. Allir luttakarnir svóvu saman í felagshøllini á skúlanum.
Á skeiðinum høvdu luttakarnir møguleika at velja eina skeið, sum varð undirvíst í fýra dagar. Rói og Bartal valdu ”Ung socialdemokratisk tillidsmand”. Á hesum skeiðinum vóru 23 danskarir. Undirvísarirnir vóru Mathias Vinholt, Esben Korsgaard Poulsen og Maria Gudme, ið øll hava sitið, ella sita, í Forretingsudvalget hjá DSU, ið er hægsti mynduleiki í felagnum.
Endamálið við undirvísingini var, at vit luttakarir skulu blíva betri álitsfólk í gerandisdegnum. Ymisk upplegg vóru hildin, og ymiskir røðarir komu at geva teirra boð uppá, hvussu eitt gott álitsfólk er. Á páskaskeiðinum var eisini felagssangur, ymisk spæl og akititetir, røðir vóru hildnar, og skeiðið endaði við einum kvøldið góðum mati og sangi.