Hósdagin 20. juli møttust vit á flogvøllinum í Vágum. Jónas, Andrea og Anni fóru ein túr fyrr enn vit onnur. Og Augusta var farin við Norrønu undan okkum við fullum bili av útgerð til skótaleguna.
Skótarnir úr Hvalvík fóru sama túr sum vit. Flogtúrurin til Billund var góður og vit komu fram í øllum góðum. Flogskiparin segði í hátalaranum, at ein genta, sum eitur Fía Maria hevði føðingardag. Øll ferðafólkini sungu tillukku, og onkur rópti á Fíu Mariu um at stilla seg upp. Tað var stuttligt.
Í Billund fingu vit tveir legubilar; ein minibuss og ein sera flottan Audi, ið Tórarinn slapp at koyra. Minibussin koyrdi Rúni. Táið vit høvdu koyrt eina løtu, steðgaðu vit við eitt McDonalds at fáa okkum okkurt at eta. Síðani koyrdu vit beina leið til Nørresundby. Men at finna skótahúsini var ikki so lætt sum vit høvdu mett frammanundan. Hóast góðan staðsans, so koyrdu vit runt tríggjar ferðir, áðrenn vit funnu húsini.
Ein skótaleiðari hjá teimum í Nørresundby kom og vísti okkum runt í húsunum og vísti okkum á útgerð, sum vit kundu læna frá teimum.
Í Nørresundby møttu vit eini gentu, Liss, ið skludi verða saman við okkum á leguni. Seinni um kvøldið fóru vit út at eta. Vit funnu eitt pizza stað kalla I-pizza.
Afturkomin til skótahúsini var hugni á skránni. Onkur fór út at fanga froskar; har vóru sera nógvir, flestu teirra vóru smáir.
Fríggjadagin 21. vaknaðu vit tíðliga. Vit ótu morgunmat, og so skuldu vit inn til Aalborg at lata bilarnar innaftur. Frá bilaútleigaranum gingu vit ein fínan túr til Aalborg Zoo. Tað sirmaði eitt sindur næstan alla tíðina, men tað var stuttligt at síggja øll dýrini kortini. Táið vit vóru liðug at hyggja eftir dýrunum, fóru vit at klintra í trøunum kring djóragarði. Tað var heilt ótrúliga stuttligt; tá var alt sirm gloymt, og vit strevaðu okkum gjøgnum flestu banarnar, ið blivu torførari og torførari.
Heimaftur til Nørresundby fóru vit í bussi. Innkomin fingu vit pasta at eta og so var eitt sindur av hugna og froskaleitan, so var songartíð.
Jakobina, Helma og Jóhan Pauli komu eisini til Danmarkar í dag, men tey fóru á hotell.
Augusta og Marna fóru við útgerðini suðureftir, tær skuldu seta okkurt upp, so tað var klárt hjá okkum dagin eftir.
Leygardagin 22. fóru vit tíðliga inn til Aalborg. Vit skuldu við bussum frá bussstøðini. Við vóru har í ríkiliga góðari tíð. Tað tók tríggjar og ein hálvan tíma at koyra suður til Sønderborg. Táið vit nærkaðust, lótu himlarnir seg upp og tað oysti av luftini; tað var sum at sita í einum undurvatnsbáti.
Komin inn á leguøki fóru vit at seta tjøldini upp. Vit høvdu lænt fýra KITKAT-tjøld frá teimum í Nørresundby; tað vóru sera góð tjøld, sum vóru løtt at seta upp. Okkara leguøki var upp at tað hjá nørresundbyarunum, so vit valdu ikki at seta upp mark okkara millum. Hetta tí at so kundu tey hava bálstaðið tætt at okkara marki. Aftaná fóru vit eftir raftum. Vit høvdu bílagt heilt nógvar raftir; onkrar vóru níggju metrar langar. Tær vóru tungar sum eitt ónt ár, so vit gjørdu av, at tær vóru liggjandi til onkran annan at brúka. Hinar vóru dragsaðar og bornar til leguøkið.
Aftaná varð pionerað eitt sindur. Vit skuldu hava borð, vaskiborð og annað, men vit náddu ikki alt.
So fóru nøkur at spæla kort, og Jónas og Jóhan Pauli blivu flættaðir.
Songartíð var umleið á midnátt; hóast tað helst skuldi verið eitt sindur fyrr.
Sunnudagin 23. juli skuldu vit hava fatur á armbondunum við pengum á. Men fyrst sungu vit, tí Palma hevði føðingardag. Fía Maria, sum fylt tann dagin vit flugu niður, og Palma fingu gávur frá nøkrum skótum.
Onkur leiðari fór at stilla seg í kø til armbondini; tað tók sera langa tíð. Køin gekk ongan veg. Men at enda komi vit framat. So skuldu øll armbondini gerast klár og pengar setast inn á.
Út móti middegi tornaði, og vit fóru aftur at bera raftir og at pionera eitt sindur. Millum annað skuldu vit grava eina feittfellu.
Aftaná varð farið í handlarnar at keypa og so heim at hygga.
Mánadagin 24 juli vórðu vit vakt tíðliga. Vit skuldu til riddararoynd. Har var alt møguligt at gera og royna. Eitt tað stuttligasta var at renna runt inni í eini villiniborg; monstur og risar komu eftir okkum, so vóru nógv skríggj. Aftan á, at vit høvdu staðið allar royndirnar, fingu vit eitt skjal, sum segði, at nú vóru vit riddarar. Palma og Rúni stóðu við tveir postar.
Aftaná pioneraðu vit eitt sindur á leguøkinum. Danskararnir høvdu bjóða okkum til nátturða – vit fingu burgarar við sós. Tað høvdu vit ikki smakkað fyrr, men tað smakkaði sera væl. Nøkur av donsku børnunum lærdu okkum eitt nýtt spæl, og tað var stuttligt. Sunrit, Jona og gamla Herdis komu inn á leguøkið. Tær høvdu bakað pannukøkur.
Seinni um kvøldið fóru vit øll í brúsu; tað var lekkurt.
Týsdagin 25. juli vórðu vit aftur vakt tíðliga. Vit skuldu til KulturSpejd. Vit fór í tveir bólkar. Vit gjørdu pappír fuglar, teknaðu, slípaðu steinar og annað. Tað var ikki so galið, men veðrið var vánaligt; tað regnaði ræðuliga illa. Vit góvust ein tíma fyrr, enn ætlað. Tey úr Hvalvík komu at vitja, og tey vóru ræðuliga vát. Vit fingu pannukakur og kakao og fóru so at keypa. Seinni um kvøldið var gudstænasta, men vit sluppu undan, tí tað var so vátt. Ístaðin skuldu vit gera ymsar uppgávur. Táið tær vóru lidnar, fóru vit í song.
Mikudagin 26. juli var skínandi sól. Vit byrjaðu at pionera ein hest, sum skuldi brúkast til eina kapping. Og um vit vunnu, sluppu vit at kappast móti øðrum; men vit vunnu ikki. Men tað var stuttligt. Vit skuldu renna og vita, um vit fingu ein pinn gjøgnum eitt hol, tað gekk ikki. Frakland vann kappingina. Aftaná ætlaðu vit at svimja, men har var eingin strond, so vit løgdu okkum í grasið at sóla okkum eina løtu. Seinni um kvøldið fingu vit døgurða; vit fingu pylsur og pasta. Eva, Palma og Jana fóru til arbeiðis. Vit onnur fóru til eitt kakuborð. Vit møttu fleiri fittum danskarum. Vit bíðaðu eisini eftir nøkrum eingilsmonnum, sum skuldu koma at býta um merkir, men teir komu ikki. Tórarinn og Rúni fóru til riddaravenjing fyri vaksin, teir kláraðu tað eisini. So fóru vit í song.
Hósdagin 27. juli fóru vit tíðliga upp. Vit byrjaðu við at gera legumerki hjá Stark. So fóru vit í bussi inn til Sønderborg. Vit fóru í eitt shopping sentur, ið eitur Borgen. Har vóru fleiri handlar, men ikki allir tóku ímóti armbandinum, so vit keyptu næstan bara í Normal. Vit ótu burgara og øgiliga stór kips. So gingu vit oman á keiina. Á veg oman møttu vit Sunrit og teimum í gongugøtuni. Niðri á keiini var ein gamal bátur, sum vit fóru umborð á og hoyrdu søguna um hann. Vit sóu eina borg og bátin hjá drottningini, hann var flottur. So fóru vit heimaftur í bussi. Tá vit komu aftur, fóru vit at halda føðingardag fyri Andreu, Fíu Mariu og Palmu. Vit fingu kaku. Og so fóru vit aftur undir brúsu. Táið vit høvdu verið í brúsu, fóru vit til “Nørd”, vit skuldu gera eina ketureaktión. Aftaná fóru vit til styvlan at taka eina mynd, sum bleiv send heim. Vit gjørdu eisini Free hugs skelti og fingu nógv klemm.
Fríggjadagin 28. juli blivu vit vakt heilt tíðliga, tí vit skuldu til ein aktivitet, ið skuldi vara í seks tímar, men tað regnaði so illa, at vit vóru har í tveir tímar. Táið øll vóru komin heim, fóru vit í eina kempistóra hoppiborg. Aftaná fóru vit heim at skifta um turriklæði. Vit skrivaðu heilsanir í turrikløðini. Altjóða legubálið var í kvøld, tað var stuttligt. Nógv lond sungu ella spældu ymiskt. Vit kvóðu eitt sindur. Tað hjá Frankarríki stinkaði; hon sang ein enskan sang, og sang illa. Amerikanararnir vóru ógvuliga stuttligir.
Leygaradagin 29. juli fóru vit upp klokkan 7:30, ótu morgunmat og fóru at keypa. Annars spældu vit bara, býttu um turriklæði og merkir. So fóru vit at taka teltini niður, sum danskararnir skuldu hava. Teir fingu eisini raftirnar hjá okkum. Vit fóru at eta, og so fóru vit til legubál, men tað var ikki gott. Konsertin aftaná var góð, hann sum sang dugdi væl. Seinni skuldu vit hitta aðrar føroyingar, tí vit skuldu syngja saman. Tað var jú Ólavsøka. Vit fóru heim aftur klokkan hálvgum tólv. Av tí at vit ikki høvdu nøkur telt, svóvu vit undir borðinum. Tað var stuttligt. Tórarinn og Rúni svóvu í køksteltinum. Vit góvu danskarunum eitt skinn, sum vit høvdu skrivað eina heilsan á. Nelly hevði garvað skinnið. Danskararnir blivu glaðir og gjørdu eitt ordans skótaróp fyri okkum.
Sunnudagin 30. juli skuldu vit flúgva heim. Nøkur, sum skuldu til hondbóltskapping blivu eftir.
Vit fóru tíðliga upp at siga farvæl við danskararnar. So pakkaðu vit restina og fóru avstað. Fleiri foreldur vóru tá komin at hjálpa okkum. Meðan vit gingu fór at oysa av luftini, og flestu okkara vóru gjøgnum druknaði, táið vit komu til bilarnar. Vit skiftu og so gekk leiðin til Billund hjá okkum, sum skuldu heim. Í Billund keypt Tórarinn sær eina mega stóra LEGO-eskju. Vit spældu kort, meðan vit bíðaðu eftir at sleppa avstað. So fóru vit umborð á Elinborg og leiðin gekk heimeftir. Á flogvøllinum vóru nógv fólk og tók ímóti okkum.
Hetta var Spejdernes Lejr 2017; ein supergóð lega, so nú gleða vit okkum til næstu ferð.