20. mars 2019

Føroya KFUK Skótar

Frágreiðing um skeið í retorikki, WAGGG'S og í heimsmálunum

Fylgjandi er frásøgn frá skeiðnum, ið Føroya KFUK Skótar fingu kærkomnan stuðul til:
1. Gutta Winther, at drúgsteikja lambskjøt,
2. Eyðnu Skaale um retorik og týdningin av hesum fyri skótaleiðaran
3. Anne Riise, De Grønne Pigespejdere, “WAGGGS’s program og FN’s verdensmål for
bæredygtighed”

Skeiðið var væleyðnað. Skeiðshaldararnir leveraðu vøruna, ið avtalað var, og afturmeldingin
frá luttakarunum var positiv. Drúgsteiking av lambskjøti var beinleiðis til at brúka í
ungdómsarbeiðnum. Retorikkurin eitt hent amboð at nýta í øllum aspektum av
skótaarbeiðnum. WAGGGS’s leiðsluprogrammið var meira um eina nýggja tilgongd og
menningarmøguleikar.

Gutti Winther; at drúgsteikja lambskjøt
Skeiðið var í stuttum lýst í umsókn okkara. Tað vit innleiðandi nýttu nógva tíð uppá, var at
leggja tilgongdina til rættis. Vanliga primitiva matgerðin hjá skótunum er einkul máltíð, ið
tekur ½-1 tíma at matgerða, onkuntíð meira, alt eftir hvat tað er. Við tilgongdini til drúgsteikta lambskjøtið meinast, hvussu langa tíð ymisku partarnir taka, hvat skal gerast nær, soleiðis at alt verður liðugt nøkulunda samstundis, soleiðis at virksemi
endar við eini festmáltíð, sum drúgsteikta lambskjøtið leggur upp til. Tilgongdin, tilrættaleggingin og samstarv millum allar luttakararnar gjørdi, at allir luttakararnir vóru virknir og lærdu nakað nýtt, at tíðarkarmurin helt og at tann bíðitíðin, ið er ein
partur av hesum virkseminum, kundi brúkast til annað virksemi. Eisini hendan læran var vigtig at fáa við.
Av sjálvum virkseminum lærdu vit, hvussu eitt ‘tílíkt’ hol skal gravast og klæðast við gróti.
Hetta bleiv gjørt fríggjakvøldið, soleiðis at leygardagurin betri kundi útnyttast. Marinadan til kjøtið bleiv somuleiðis gjørd fríggjakvøldið, og kjøtið klárgjørt. Bálið, ið skuldi hita hol og
steinar, har kjøtið skuldi steikjast, bleiv kynt leygarmorgun, áðrenn morgunmaturin bleiv etin, soleiðis at kjøtið kundi fáa tað hitaviðgerð og tíð, sum er neyðug. Vit lærdu soleiðis,
hvussu vit kunnu fáa sera gott kjøt við at marinera tað, pakka tað inn í vát klæði, leggja tað í hitaða holið/ovnin og síðani at dekka holið til, soleiðis at dampur ikki slapp út og allur hitin var verandi í holinum, ið virkaði sum ovnur.

Meðan eldurin hitaði steinklædda holið, fóru vit á plantuveiðu saman við Gutta at læra, hvørja rávøru, vit eiga í náttúruni, ið egnar seg at koyra í salatina. Hetta var sera spennandi
Endamálið var at fáa so nógv føroyskt ella lokalt tilfar við, sum gjørligt. Árstíðin (september) gjørdi, at tað var eitt sindur avmarkað, men vit fingu eitt ‘glimt’ av møguleikunum, ið eru.
Hetta er evnið til eitt prosjekt í sær sjálvum, at læra um rávørutilfeingið í føroysku náttúruni.
Tá drúgsteikta kjøtið, eplir, salat, vm var klárt, var karmurin um máltíðina fingin til vega á besta skóta manér. Sjálvtøkuborðið bleiv bygt av onkrum, ið var skjótt liðugur við sína uppgávu. Ein av luttakarunum hevði gott tak á møguleikunum fyri borðreiðing
og pynti úr náttúruni. Gutti Vinter er ikki einans góður kokkur, hann hevur eisini
stjørnustatus í Føroyum. Hetta hevði við sær, at skeiðið fekk sera góða móttøku, áhugin var stórur millum skótaleiðarar, og skeiðsluttakararnir fingu tí her eina heilt serstaka uppliving -
eisini at vera saman við Gutta ;)

Eyðna Skaale; Retorikkur og týdningur av hesum fyri skótaleiðaran
Skeiðshaldarin hevði eitt sera gott upplegg um retorikk. Ætlanin var at geva ungu leiðarunum
betri førleikar at samskifta við ymisku málbólkarnar, ið tey hava við at gera.
Ofta er trupult at seta orð á egin virðir og boðskap. Fyri at taka hesa mótstøðu vekk, nýtti
Eydna sera hegnisliga LGTB rørsluna, sum dømi.

Ætlanin við dømunum var at læra at identifisera málbólkar, hvussu hetta ávirkar samskiftisháttin, orðaval og hvønn týdning hetta kann hava á úrslitið ella
hjálpa uppá samskiftið. Hetta sýntist eisini í virkseminum á skeiðnum. Dømi var ein mynd av eini Pride skrúðgongu, ið bleiv viðgjørd í mun til innihald, boðskap, málbólkar, myndatalu, lýsingarorð, o.s.fr. Í viðgerðini av LGTB-myndini sýntist boðskapurin lættur at identifiserað og ymisku málbólkarnir sera týðiligir. Eftirfylgjandi nýtti Eydna eina mynd av einum skótavirksemi til somu viðgerð.
Uppleggið og viðgerð gjørdi ikki einans greitt, hvat retorikkur er, og hvussu hetta verður nýtt,
men eisini, at skótarørslan hevur nakað at arbeiða við frammyvir viðvíkjandi identiteti,
boðskapi og málrættaðari nýtslu av retorikki í samskiftinum. Allir luttakararnir vóru virknir í
viðgerðini, ið Eydna megnaði at gera viðkomanið. Vit vóna, at ein uppfylging er møgulig, at
vit saman við hinum samskipanunum kunnu skipað fyri tiltakið um tað ‘at vera skóti’. Hetta
sýnist at vera eitt náttúrligt framhald av skeiðnum um retorik, tí hvat er retorikkur, um ongin
boðskapur er.

Anne Rise; “WAGGGS’s program og FN’s verdensmål for
bæredygtighed”
Anne Rise frá De grønne pigespejdere hevði eina framløgu um tað nýggja programmið hjá
WAGGGS og De Grønne Pigespejdere. Tað grundleggjandi tema'ið var leiðsla og menning
av ungum kvinnum.
Nýggja programmið hevur ikki fingið alt stuðulstilfarið frammleitt enn, men vit fingu nøkur dømi at síggja. Tilfar, ið Anne Rise hevði við. Hon greiddi tó frá uppbygnaðinum og teimum grundsøjlunum, ið programmið er samansett av. Hetta er ov rúgvusmikið at taka við í hesa frágreiðing, men endamálið hjá okkum var ikki at seta okkum inn í allar smálutir, men heldur at kanna eftir, um og hvussu vit kunnu brúka hetta nýggja programmið. Vit tosaðu nógv um,
hvussu vit kunnu arbeiða við tilfarinum framyvir og komu til ta niðurstøðu, at ein útbúgving av nøkrum lyklapersónum hevði verið uppá pláss, og síðan kundi verið arbeitt har frá. Tosað var um møguleikan við einum fjarlestraruppleggi, ið Anna Rise segði seg vilja gera eitt upplegg til og standa fyri. Burðardygga tilgongdin bleiv eisini inndrigin. Tey flestu okkara vóru bilsin av, hvussu einkult nakrar grundleggjandi broytingar kundu innførast, talan er um hugburð og mannagongdir.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023