06. september 2019

Føroya Skótasamband

Frágreiðing frá luttøku á ráðstevnu Back to the Roots í Grønlandi

Vit hava verið á eini ferð í Ilulissat í Grønlandi. Tiltakið nevndist Back to the Roots. Tiltakið var fyriskipað við tí fyri eyga at kunna ung úr norðurlondum um mentanir og mentanarmunir í norðurlondunum. Hartil lærdu vit nógv um burðadygd og ymsir frálæruhættir.

Sutt lýsing av hvørjum degi

Dagur 9/8: Vit flugu úr Vágum klokkan 14:30 og lendu 17:35 í Kastrup. Har møttu vit einum leiðara, ið skrivaði, at vit vóru komnir. So líðandi komu hinir luttakarnir, og vit heilsaðu uppá hvønn annan og tosaðu eitt sindur um hvaðan vit komu og annað. Vit flógu úr Kastrup klokkan 22:00 og lendu í Kangerlussuaq klokkan 22:40. Vit flógu haðan hálvan tíma seinni og lendu klokkan 23:55 í Ilulissat. Vit vóru móttikin av nøkrum av teimum grønlendsku luttakarunum, og tey hjálptu okkum at koma uppá pláss.

Dagur 10/8: Hesin dagurin var mest ætlaður til at kunna okkum um tiltakið og sjóva okkum saman. Vit hugleiddu eitt sindur um hvat vit væntaðu, at vit fingu burturúr tiltakinum, hvat vit óttaðust fór at kiksa og hvat vit kundu koma við, so ferðin bleiv betri. Vit spældu ymisk samansjóvandi spøl og tosaðu við hvønn annan. Vit gjørdu bólkar til NSSU-spælið, sum eg fari at greiða nærri frá. Til endans høvdu vit eina spurnarkapping um norðurlendska mentan, landalæru, siðvenjur og so víðari.

Dagur 11/8: Her lærdu vit um norðurlendskan mat. Vit byrjaðu dagin við at tosa um hvaðan okkara matur kemur og hvussu vit kunnu breyðføða øll í okkara nærsamfelagið. Vit tosaðu um hvat vit í okkara nærsamfelagið gera og hvat onnur gera í øðrum samfelagum, so vit kunnu læra frá hvørjum øðrum. Seinni á degnum gingu vit ein túr til Ilulissat fjørðin, sum er ein UNESCO náttúruarvur. Eftir útferðina royndu vit mat frá hinum tjóðunum, ið luttóku. Vit høvdu turra grind, spik og turran fisk við.

Dagur 12/8: Hendan dagin tosaðu vit um búleikingarmynstrini í norðurlondum. Vit byrjaðu við at leiðarnir spurdu ein spurning og so fóru allir luttakarnir til eitt ja-, nei- ella eitt eg-veit-ikki-øki. Hetta vísti okkum á, hvussu fólk búleikast í teimum ymsu norðurlondunum. Síðan fóru vit á eitt søgusavn, har vit sóu grønlendsk amboð og klæðir. Uttanfyri savnið var eitt siðbundið grønlendskt hús, ið vit sloppu inn at hyggja okkum um. Eftir hetta tosaðu vit um, hvussu vit roknaðu við, at framtíðin fyri norðurlendskum búleikingarmynstrum verður. Vit komu eisini við okkara hugskotum um hvussu tað kundi verði gjørt betur.

Dagur 13/8: Hetta kallaðu tey mentanardagin, har vit tosaðu um okkara mentanir. Vit tosaðu um hvussu okkara mentanir líkjast hinum og hvussu tær eru ørvísi. Her var serligur dentur lagdur á grønlendska mentan, vit sóu grønlendskan fólkadans millum annað siðbundan trummudans. Um kvøldið fingu vit øll høvið at fortelja hinum okkurt um okkara mentan.

Dagur 14/8: Hendan dagin tosaðu vit um, hvussu tað bøtta vegakervið ávirkaði norðurlendsku samfeløgini. Vit fóru ein bátatúr yvir um fjørðin til eina lítla avsíðis bygd. Vit fingu ymiskt at vita um hvussu nútíðargerðin ávirkar grønlendska hundasleting og kajakróður.

Dagur 15/8: Hetta var tann síðsti dagurin, ið var skrálagdur. Her lærdu vit eitt sindur um, hvussu sovorðin tiltøk verða fyriskipaði og hvussu man søkir um stuðul. Vit lærdu um frálæruhættir og hvørji evni man kann taka til eitt sovorðið tiltak. Síðsti aktiviteturin áðrenn endaceremoniina fingu vit ymiskar uppgávur so sum at yrkja, sniðgeva eina plakatt ella skriva eina grein. Hetta gjørdu vit, tí tey søgdu tað var umráðandi at verkætlanir sum hesar hava okkurt ítøkiligt avrik. Okkurt sum ikki var til áðrenn tiltakið. Á kvøldi høvdu vit eina endaveitslu, har vit spældu kortspøl og sovorðið.

Dagur 16/8: Sum sagt var skráin liðug 15. So hendan dagin høvdu vit frí, til vit skuldu flúgva. Vit flógu klokkan 1920 og lendu klokkan 20:10 í Kangerlussuaq. Klokkan 2340 flógu vit víðari til Kastrup. Vit lendu har klokkan 800 dagin eftir.

Dagur 17/8: Nú var tiltakið liðugt so vit báðir fóru ein gongutúr runt í Keypmannahavn, til flogfarið fór. Vit flógu úr Keypmannahavn klokkan 1835 og lendu klokkan 1950.

NSSU

Eitt dagligt virksemi, ið vit gjørdu í Grønlandi, var eitt simulatiónsspæl, sum fyriskiparnir høvdu gjørt. Spælið snúði seg um, at luttakarnir skipaðust í ymsar bólkar og hvør bólkur fekk eitt øki í norðurlondunum. Hvør bólkur skuldi so nevna landið, sniðgeva eitt flagg og gera eina stýrisskipan til landi. Vit kunnu taka tvey lond sum dømi. Eitt øki fevndi yvir Finnmark og Lapland og eitt annað øki fevndi yvir Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta gjørdu tey so londini vóru íspunnin, og eingin hevði eitt tilknýti ella fordómar um londini. Í spælinum fekk man tilfeingi, ið man brúkti til at fáa betri ídnað. Hvør ídnaður hevði eina burðardygga vinnugrein og eina dálkandi vinnugrein. Endamálið var gera landi so burðadygt sum til bar, og tí skuldi hvør bólkur sær finna tí røttu javnvágina millum burðardyggar og dálkandi vinnugreinar. Fyri at gera spælið meira spennandi komu tey við onkrum nýggjum hvønn dag. Hetta kundi vera ein nýggjur faktorur ella tilburður.

Daglig eftirmeting

Eftir dagsskránna høvdu vit eina dagliga eftirmeting. Allir leiðarnir fingu hvør sítt pappír við spurningum, ið teir síðan spurdu okkum um. Hesir spurningarnir valdaðust eitt sindur frá degi til dags - alt eftir skránni tann dagin. Har varð spurt um hvat vit lærdu og um okkum dámdu dagin.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023