Tiltakið var at upplýsa og síðani skapa kjak um ætlaða lærlingafrádráttin hjá landsstýrinum.
Tiltakið skuldi eftir ætlan byrja við 4 framløgum frá ávikavist landsstýrismanninum í fíggjarmálum,
Beinir Johannesen vegna Huxa, leiðaranum á Yrkisdepilnum og formanninum í Føroya
Handverkarafelag. Dagin fyri tiltakið boða landsstýrismaðurin og formaðurin í Føroya
Handverkarafelag frá avboð.
Ístaðin forkláraði Beinir Johannesen eitt sindur nærri frá
lógaruppskotinum og leiðarin á Yrkisdeplinum fór eitt sindur djúpari í arbeiðsmarknaðarviðurskiftini.
Hetta eyðnaðist teimum sera væl og nógvir áhugaverdir spurningar komu frá fólkunum ið møttu.
Eftir framløgurnar spældi tónleikabólkurin BEINIR.
Síðani var sofaprát millum umboð frá Sosialistisk Ung, Framsøkin Ung, Ung fyri Miðflokkin og
HUXA, og tá komu viðkomandi spurningar og kjak ímillum lurtarar og kjakumboðini.
Til endans var kaffi at fáa.
Tiltakið má sigast at hava eydnast sera væl. Lutakarar fóru heim við størri vitan innan evni og eisini
sloppu nýggj ung umboð fyri politisku ungmannafeløgini at menna sínar kjakførleikar.