27. mai 2020

Skótalið Nólsoyar Pálls

Frágreiðing frá 75 ára haldi 12. mars 2019

Dagurin eydnaðist sera væl, við góðum veðrið og nógvum luttakarum. Alt í alt vóru omanfyri 200 luttakarar til tiltøkini hendan dagin.

Á skránni var i skrúðgonga, svimjing, kvøðing, Nólsoyar Pálls garður og hald í Spinnarínum.

Røðan hjá Árna Skaale á 75 ára hátíðarhaldinum

Á Grækarismessu 2019 vóru 75 ár síðan Skótalið Nólsoyar Pálls varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið sunnudagin 10. mars, har Klaksvíkar Dansifelag skipaði fyri Grækarismessuhaldi. Hendan dagin var m.a. ein serstøk skrúðgonga, sum kom úr fýra ymiskum støðum og sum síðan savnaðist í rundkoyringini og gekk niðan í Skálan. Tórður Mikkelsen flutti fram røðu í Skálanum og seinni var veitsla í Spinnarínum.
Skótalið úr Sørvági, Hvalba, Skopun og Tórshavn luttóku.

Skótalið Nólsoyar Pálls (SNP) er stovna 12. mars 1944. Vit vita tó at fyrsta royndin at stovnað skótarørslu í Klaksvík var longu gjørd í 1922/1923. Tað var Símun Petur Zachariasen, sum var lærari, blaðstjóri og polittikari. Henda roynd eydnaðist sum kunnugt ikki, men hevur hann helst ikki slept tankanum heilt.

Beint áðrenn krígslok er tað so at nakrir dreingir í Vági, við Vágstún, sum koma saman og vilja verða skótar. Teir skipa seg í bólk undir heitinum Vágs skótar Tjaldur. Eftir kríggi fáa teir eina av smáðu barakkunum, sum enskir hermenn høvdu bygt, at húsast í. Hesar stóðu omanfyri har Bank Nordik er í dag. Longu í 1950 verður bygt nýtt hús á skúlatrøðni til skótarnar, og fær húsið navnið Uppistova.

Í samband við byggjan av Uppistovu mugu vit nevna Robert Joensen sum undangongumann saman við fleiri pápun og áðurnevnda Símun P. Zachariasen, sum hevði sína ávirkan í sóknarstýrinum. Tað er eisini um hetta mundi at felagið skiftir navn til Skótalið Nólsoyar Pálls. Tað er ikki nógv skrivligt tilfar frá fyrstu árunum, áðrenn 1950, men eftir at Uppistova er bygd, er meiri søguligt tilfarð tøkt, hóðast onkur glopp eru. Eitt arbeiðið er í gongd í løtuni, har roynt verður at savna og varveita tey gomlu skjølini.

Tey fyrstu árini eru tað mest hagatúrar, niðan á Háls og yvir í Kjóvadal, og kemst hetta helst av, at Vágshagi – Innistova – Útistova og Tunghúshagi hevur verið heimabeiti hjá vágsdreingjum.At nevna persónar er sera trupult, tí skjótt er til at fleiri ikki verða nevnd, men nøkur nøvn ganga aftur hesa fyrstu tíðina fram til fyrst í fimti árunum t.d.  Jaspur og Kristoffur Klakkstein, Eilev og Jørgin Joensen, Otto Juul Sjóstein, Ingolf og Ragnar Samuelsen og fleiri.

Fyrst í fimti árunum tykist rættuligt lív at koma í. Skrásetan av linum, limagjald verður kravt og peningur verður savnaður inn til keyp av útgerð, telt, køksbúníti v.m. Kappingar av ymiskum slag, “Oksalegsrenningin” er afturvendandi tiltak – hetta er stafettrenning (boðsrenning), hvussu skjótt kundi rennast av Strond  og heim í Uppistovu. Túrar verða gjørdir av bygdini við rutubátum, vestur í Vágar við súklu, til Havnar og aðrastani.

Í hesum tíðarskeiði kunnu nevnast Mikkjal Joensen, Josephsen brøðurnir, Jóannes Leivsgarð, Jógvan hjá Evald, Jóannes í Ánunum, Hans Eli Hansen v. fl.

 

Í 1949 fær SNP ábyrgd og brúksrætt til húsið eysturi á Skúvadalið, og gerst hetta  ein tíðandi táttur í skótalívinum, at fara eystur á fjøllini at uppliva náttúruna, hava kappingar, hugna sær, matgera,  yvirnátta og koma móðir, troyttir og skitnir til hús.Fyrst í sekstiárunum luttaka skótar á Verðinsjamboree í Athen. Í nýggjari tíð hava skótar veri á fleiri Jamboree’um. Eisini verður skipa fyri ymiskum tiltøkum, skótablaðið ROYNDIN, dansur, og so ikki at gloyma tey tiltiknu skótateitini, sum fyri tað mesta vóru framførd í Gomlu Dansistovuni. Seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum er tilgongdin so stór, at Uppistova gerst ov lítil, og neyðugt er at deila liðið í tvey, 1.lið og 2.lið. Í sekstiárinum er sera nógvur aktivitetur í Uppistovu, drívmegin saman við Hans Eli er Kristoffur Jensen. (vanliga nevndur Doffi). Hesi árini verður lega hildin hvørt ár runt umkring í landinum. Umframt allar summarlegurnar so eru tað allir túrarnir í Skúvadal, sum verða skipaðir sum liðtúrar ella deildartúrar, ella bara ein gongutúr eystur,  hugna sær eina løtu, eta ein matpakka og so heimaftur.

Eftir drúgva umhugsan og fyrireiking  seinast í sekstiárunum verður Úlvaflokkur Nólsoyar Pálls stovnaður, og verða Hanna Hansen og Jancy Borðoy fyrstu leiðarnir fyri úlvaungarnir. Gamla Uppistova gjørdis nú alt ov lítil og ótíðarhóskandi, einki goymslirúm, vánaligur køkur, eitt deildarrúm sum fyri tað mesta varð tikið við í salin og ikki minst, onki WC. Umleið 1970 byrjar nýtt tiltak tað sonevnda JOTA (jamboree on the air), hetta tiltakið fer fram 3. vikuskifti í Oktober. SNP hevur kallibókstavarnar OY6SNP. Í byrjani vóru tað Julius Poulsen og Erik Danielsen í skipaðu fyri.

Seinrapartin  í 70 árunum er skótaliðið í einum aldudalið, hóðast tað, so verða legur hildnar og nakað av aktiviteti er.Sum áður sagt so bleiv gamla Uppistova ov lítil og ótíðarhóskandi,  og var hon nú so illa farin at okkurt mátti gerast um skótaliðnum skuldi verða lív laga, so í 1977 varð fari at kanna møguleikan fyri at fáa nýtt felagshús. Hetta húsið: “Nýggja Uppistova” bleiv tykin í nýtslu á Norðoyastevnu 1980. Í hesum tíðarskeiðnum vóru tað serliga Jan E. Andresen og Jørgin Ellingsgaard sum vóru undangongumenn. Peningaliga var hetta eisini ótrúlig væleydna, meini skuldin var uml. 100.000 kr tá hon var hægst. Miðskeiðis í sjeytiárunum gjørdi Santa Jørund Gilið eisini stórt átak fyri at fáa húsið eysturi á Skúvadalid í góðan stand, tí húsið var í sera vánaligum standi tá.

Í 1980 bleiv fyrsta føroyska Gilvell skeiði fyriskipa og fingu Eliesar, Jan og Jørgin prógv.Seinri eru fleiri lagstir afturat, Árni, Hannis, Erling, Oluf, Olaf, Finn, Frida, Maria og SMS (Símin Michal). Vit luttaka á legum uttanlanda. Í 1981 vóru vit í Svøríki. Vit luttaka á legu í Danmark ( Blå Sommer), og fáa vinarbólk frá Pjedsted og koma hesir eisini á vitjan hjá okkum. Vit luttaka á Blå Sommer 1983, 1989, 1994, 1999 og 2004. Av stórum tiltøkum hesi árini er 45. ára veitslan í 1989 og 50. ára veistlan í 1994, sum var hildin í Ítróttarhøllini.

Eisini er skipa fyri ymiskum almennum tiltøkun í Uppistovu, framsýningin undir heitinum “Ítriv umborð”, gjørdist ein success.Onkrar vetrar hevur veriði skipa fyri sjavskappingum fyri at savna pening til rakstur og útgerð. Eisini útleigan av Uppistovu, er ein áhaldandi aktivitetur fyri at savna pening. Um aldarskiftið og nøkur ár fram var lítil aktivitetur, men ongantíð slóknaði login, har var altíð ein lítil neisti, tá SMS, við hjálp frá øðrum, aftur tóku seg saman og fóru til verka bragdaði aftur, og síggja vit í dag ljóst uppá framtíðina.

Eitt vælgerandi tiltak sum er fari fram seinastu árini er sokallaða “grannakaffi”.Seinasta rimmar tiltakið, og nakað sum uttan iva hevur vakt áhugan bæði hjá yngru og serliga eldri skótum, er “Projekt nýtt Skúvadalshús”, sum var sett í verk í 2016 og sum nú er so gott sum liðugt. Her eiga fleiri stórt rós og stóra tøkk fyri tað ómetaligu stóru orku og  ágrítni tey hava víst í hesum arbeiðið.  Eisini er her serstaklia væl arbeitt, við góðari vælvild, tí hóast kostnarmikið er eingin skuld.

Umframt hetta eg havi tikið fram kann nevnast: Luttøka í skrúðgongu til flest allar hátíðarløtur í Klaksvík, skipan av flaggdagshaldið í langt áramál, jólahugna í Vágstúni við jólamonnum og  kyndlagongu. Í mong ár uppsetan av kyndlablikkun niðan á Háls ella Niðan á Kjøl, og búðmerki hjá Kl. Kommunu á Kunoyarnesi, í samband við hátíðardag.At Skótalið Nólsoyar Páll´s hevur verið lív laga hesi 75 árini eru nógum persónun fyri at takka, tí uttan eldsálir hevði hetta ikki bori til, so takk fyri øll somul.

Lønin, er gleðin um tann møguleika skótarørslan hevur givið ungdómi okkara gjøgnum álvara og gaman, burturi í haga og heima, at gerast sjálvbjargnir, virkisfýsnir og góðir borgarar.

Vit takka fyri stuðulin vit fingu í samband við hetta tiltakið.

Vinaliga

Skótalið Nólsoyar Pálls
Árni Skaale

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023