18. november 2020

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um skeið í eldblásing, jonglering og gykl 13.-14. juni 2020

13.-14. juni 2020 bjóðaði Dramaverkstaðið limum sínum, og øðrum áhugaðum, skeið í eldblásing, jonglering og gykl v.m. og stúltum í ymiskum hæddum, á byrjunarstøðið.

Við hesum fingu luttakarnir serligt innlit og frálæru í hvussu man tálmar eldi – her hugsa um eldblásing og eldstavum. Teknikkirnir eru heilt serligir, og eru tað bert eini 4 í føroyum, sum duga at tálma hesum til fuldnar. Tí var tað heilt einastandandi, at limir á Dramaverkstaðnum og onnur, fingu høvi at fáa frálæru og innlit í hesum.

Eisini var frálæra í gykl, ella á donskum gøgl, sum í hesum føri m.a. umfataði jonglering við og uttan LED-útgerð, t.d. LED-kontaktstavum og LED-poi, sum er serliga vælegna til innandurða sýningar, í mun til eld-útgerðina, sum oftast má brúkast uttandurða. 

22 luttakarir vóru tilmeldaðir skeiðinum, og undirvísarir vóru Hans Jákup Danielsen, Birna Heinesen og Brian Kjær Kruse, og skeiði var hildi á Brandstøðini í Havn.

Luttakarnir vóru deildir upp í smærri bólkar, sum ferðaðust millum tær ymisku verkstovurnar. Leygarmorgun/dag var intro og eitt sindur av framhaldi í ymisku verkstovunum. Sunnudag var framhald fyrrapartin, og møguleika fyri at velja seg inn á ymisku verkstovurnar seinnapartin, har møguleiki av at fordjúpa seg. Seint seinnapartin sunnudag, var møguligt hjá familju og vinum at koma niðan á Brandstøðina, og síggja hvat luttakarnir høvdu lært.

Hendan verkætlanin var tann fyrsta av sínum slag í Føroyum tey seinastu 20 árini, og fegnast vit á Dramaverkstaðnum um, at vit fingu møguleika, at vísa limum okkara og øðrum, á nýggjar leiðir og kynstur innan scenekunst í Føroyum. 

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023