Átakið hevði sum endamál at eggja ungum til at velja eitt rúsfrítt summar. Talan er um ymsar málbólkar:
Átakið gekk fyri seg online og á festivalum. Málið var at seta rúsfría lívsstílin í fokus og vísa ungum, hvussu nógv onnur høvdu valt at vera rúsfrí. Heldur enn at nýta rationella argumentatión við fakta og hagtølum valdu vit at nýta sosiala argumentatión, ið skuldi vísa, at tey rúsfríu eru fleiri enn ein heldur. Ung nýta ofta orðini “øll hini drekka”, men kanningar vísa, at hetta ikki er satt.
Sum eyka insitament kundu tey, ið valdu eitt rúsfrítt summar, eisini vinna fleiri góðar rúsfríar upplivingar – alt stuðlað av ymsum fyritøkum.
Lyklatøl:
Úrslit
Vit eru sera væl nøgd við átakið í summar. Alt tilfar, ið vit framleiddu, var sera væl umtókt, og talið av fólki, ið sóu filmar, síðu o.a. var nógv meira enn væntað (longur niðri í frágreiðingini síggjast tølini meira nágreinuliga). Vit upplivdu millum annað á festivalum, at øll kendu til verkætlanina. Vit høvdu eisini munandi fleiri vitjanir í Liv Lívið bingjuni – uml. 700-800 á G!, uml. 3000 á Ólavsøku og uml. 1500 á Summarfestivalinum.
Ung eru sera glað fyri Liv Lívið bingjuna, ið vit hava við okkum til tiltøk. Vit filmaðu nøkur ung á G!, og filmsbrotið kann síggjast á https://www.livlivid.fo/.
Vit høvdu ikki væntað at flutt nakað fyrsta árið við hesum átakinum, men vildu sáa tankan, at eitt rúsfrítt summar er møguligt. At broyta hugburð krevur tíð – ofta ár. Longu á G! møttu vit ungum, ið fóru at royna eitt rúsfrítt summar eftir at hava sæð okkara lýsingar. Í heyst valdu vit tí at gera eina spurnarkanning ímillum tey, ið valdu eitt rúsfrítt summar.
Úrslitini frá spurnarkanningni vístu, at tey flestu, ið høvdu valt eitt rúsfrítt summar, vóru ung, ið ikki drekka. Hetta høvdu vit eisini væntað, men tað vit ikki høvdu væntað, tá vit byrjaðu átakið, var at beinanvegin fáa ung við, ið vanliga drekka ella smakka sær á. Kanningin vísti, at 20% av teimum, ið valdu eitt rúsfrítt summar, vanliga smakka sær á.
Eg havi skrivað nøkur av svarinum niðanfyri:
Spurningur 4 - Hví valdi tú eitt rúsfrítt summar?
Spurningur 5 - Hvussu var tín uppliving?
Spurningur 9 - Hevur átakið havt nakra ávirkan á teg?
Uppsløg høvdu gott organiskt reach – í miðal 1200-3000 fólk nádd
Kappingar um góðar rúsfríar upplivingar náddu út til 29.700 fólk
Video 34.900 video views á Facebook
YouTube lýsing – G! video
Demografiskir upplýsingar um heimasíðuvitjandi
Juni-August
Mannfólk | Konufólk | |
13-17 | 4,6% | 8% |
18-24 | 23,1% | 27,9% |
25-34 | 9,4% | 10,1% |
35-44 | 2,9% | 4,3% |
45-54 | 1,3% | 3,6% |
55-64 | - | 1,4% |
65+ | - | 0,9% |
Vit takka FUR fyri stuðulin, ið var við til at gera hetta møguligt hjá okkum.
Blákross Ungdómur