15. september 2020

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um fyribyrgjandi teknuseriu í 2020

Í 2019 søktu vit um pengar til eitt spennandi tekniseriu átak. Ætlanin var, at skapa eina online persónligheit, ið tey ungu kundu relatera til – ein ungdómligan teknifigur, sum gav ráð um sjálvsálit/sjálvsvirði, bólkatrýst, og at seta mørk o.s.v. Samstundis var tað týdningarmikið, at figururin var stuttligur og hevur ein dagligdag tey ungu kendu seg aftur í.

Vit sóu skjótt, at hetta kravdi nógv meira arbeiði enn vænta, og vit søktu tí um at fáa flutt pengarnar til 2020. Serliga krevur tað nógva tíð at finna røttu støðurnar/søgurnar at tekna fyri at fáa boðskapin fram, og so at fáa hetta tekna.

Í vár 2020 royndarkoyrdu vit konsepti við tekniseriufigurum tá vit vóru úti og undirvístu næmingum í fólkaskúlanum. Vit undurvístu í brainology (hvussu heilin fungerar hjá tannáringum), hvør eri eg, hví eri eg sum eg eri, persónligheitstypum, og bólkadynamikkið. Til hesa undirvísingina brúktu vit Ari og Leu sum ein reyðan tráð ígjøgnum alt.

Vit introduseraðu figurarnar Ari og Lea og bygdu eina søgu rundan um tey, og brúktu síðani hesar søgurnar í evnunum vit undirvístu í. Tit síggja eitt dømi niðanfyri:

“Lea og Ari ganga í flokki saman á framhaldsdeildini. Tey eru góðir vinir og dáma væl, at fylgjast og hava tað stuttligt saman. Ein dagin Lea var og vitjaði Ari hendi ein keðiligt hending – ella tað helt Ari íhvørtfall. Lea var akkurát komin yvir og tey høvdu avtala, at hyggja eftir tí nýggja DC filminum (Birds of Prey). Tey skuldu akkurát seta seg at hyggja tá mamma Ari kemur inn og biður hann tøma uppvaskimaskinuna. Ari blívur flóvur og hugsar “åh nei mamma. Hví skalt tú altíð oyðileggja alt? Hví kann ikki bara fáa frið?” Hann sigur við mammuna, at tey akkurát skulu hyggja eftir einum filmi, og at hann kundi gera tað seinni. Mamman sigur kortanei, og at tað skal vera beint nú. Ari blívur rasandi og so rasandi, at hann smekkar hurðina eftir sá tá hann fer úr rúminum. (*hvussu nógv her eru byrjaði at klamsa við hurðinum heima?)

Lea bleiv eitt sindur kløkk av Ari. Hon hevði ongantíð sæð hann so óðan fyrr. Ari plagdi heldur ikki at blíva so óður, men mamman var bara so ræðuliga irriterandi. Hann kundi ikki lata vera. Hví kundi hann ikki bara fáa frið? Hann hevði nú ongantíð klamsa við hurðini fyrr. Hann skilti ikki orduliga hví hann var blivin so rasandi. Tað hevði nú ikki so nógv uppá seg tað mamman spurdi um – tað tók nokk bara eini 10 min. Faktist føldi hann seg nokkso flóvan nú. Lea hevði jú hoyrt og sæð alt!! Åh hví skuldi hann altíð gera sovrit? Hvat fór hon at halda um hann nú?”

Næsta dagin í lívfrøði skuldi tey læra um heilan og hvussu heilin fungeraði:”

Hetta gekk sera væl og tey ungu tóku væl ímóti figurunum. Vit tosaðu við ung og lærarar á skúlunum, ið vóru sera glað fyri undirvísingina, og vit hava eisini víst tekniseriufigurarnar og konsepti fyri ungum kring landið, ið hava hildið hugskot verið sera spennandi og víst áhuga fyri at fylgja tekniseriufigurunum á sosialu miðlunum.

Í august 2020 kom fyrsta tekniserian út á Instagram. Hendan var um Ari, ið vit hava valt at kallað tann fyrsta drongin (sí tekningar niðast). Hesar fyrstu tekningarnar vóru ætlaðar til at skapa áhuga og hava tí ikki tann heilt djúpa boðskapin. Næstu tvær tekniseriurnar koma út næstu vikurnar umframt, at vit hava einkultar tekningar, ið lýsingarfyritøkan hevur klárar til at leggja út fram til desembur við ymsum endurgevningum og góðum ráðum.

Hetta er enn eitt átak á byrjunarstøði og krevur bæði nógva tíð og nógva fígging fyri at gerast størri. Tó er konsepti sera spennandi og lovandi, og vit hava m.a. eisini samskift við Bláakross ungdóm í Norra, ið hevur víst áhuga í okkara arbeiðið. Vit halda tí, at hetta er ein sera spennandi byrjan og eru sera væl nøgd hvat vit hava fingið burturúr, og síggja eisini fleiri mátar at nýta Ari og Leu uppá, ið vit ikki sóu tá vit søktu um pengarnar, t.d. í undirvísing.

Tann fyrsta tekniserian hevði á Instagram 346 reach, 452 impression og 1% kemur frá fólki, ið ikki eru okkara fylgjarar, og tá hava vit ikki lýst. Ironiskt nokk, stegaði Instagram lýsingin, tí teir mettu, at hon promoveraði alkohol. Vit hava kært hetta og bíða eftir svar. Umframt nakað av impressions, so vóru 10 viðmerkingar á Instagram, og har ímillum eisini viðmerkingar frá fólki, ið ikki fylgja okkara profili. Á Facebook vóru tølini nakað hægri: 1372 reach, 267 engagements og 30 kommentarir.

Vit ynsktu við hesi fyrstu tekniseriuni at skapa áhuga og fáa fólk at flenna, og viðmerkingarnar tykjast at byggja uppundir at hetta eyðnaðist. Nú bíða vit eftir at hoyra aftur frá Instagram, so vit kunnu sleppa at lýsa ordiliga og hetta tí kemur longur út.

Kostnaður av átakinum

Vit fingu játta 20.000 kr frá FUR og vit høvdu nakað av eginfígging og fígging frá fyritøkum – tilsamans kr. 25.000,-. Vit ætla at halda áfram at menna konsepti og leita eftir fígging til hetta. Niðanfyri her sæst eitt yvirlit av kostnaðinum.

Kostnaður Kostnaður av átakinum 2019
Konseptmenning Kr. 25.000,-
Tekningar Kr. 7.500,-
Marknaðarførðsla Kr. 7.500,-
Lýsingarkostnaður Kr. 5000,-
Tilsamans Kr. 45.000,-
 

 

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023