31/03/2015

XPERIMENT – Videolag

Frágreiðing – videolag hjá XPERIMENT

Fyri góðum 4 árum síðan varð kórið XPERIMENT sett á stovn. Tað varð mannað av sangarum úr ymiskum fyrrverandi kórum hjá kórleiðaranum, Sigrið Sivertsen. Hetta kórið eydnaðist væl, og tá Sigrið fór undir eina útbúgving á konservatorinum, fór hon undir at geva gomlum føroyskum sangum nýggjan ham. Hetta dámdi føroyingum sera væl, og tískil varð avgerð tikin, fyri tveimum árum síðan, at eitt videolag skuldi gerast. Hetta var til sanginLívsmynd.

Videolagið varð ómetaliga væl móttikið av bæði føroyingum og eisini umheiminum, og á youtube eru tað yvir 91.500 í skrivandi stund, ið hava sæð tað. Nú, tvey ár seinni, hevur XPERIMENT givið fløgu út, og vegnað vælumtókta videolagið av Lívsmynd avgjørdu vit, at enn eitt videolag skuldi gerast – hesa ferð av táttinum  Í Gøtu ein dag. Upptøkurnar vórðu gjørdar í tveimum og er tað Polar Films, ið framleiðir videolagið og tað er hetta FUR hevur latið stuðul til.

Vit vilja takka FUR fyri stuðulin og gleða okkum at sleppa at vísa tykkum videolagið tá tað kemur út.

Vinarliga XPERIMENT

Frágreiðingar, Tíðindi