3. oktober 2018

XPERIMENT – kórferð

Vit fōru úr Vágum við flogfarið til Bergen 7 mai kl.07.40.

Vit frammførdu nakrar sangir umborð ä flogfarinum. Sama dag frammførdu vit á torginum í Bergen 4 føroyskir sangir.Nógv fólk støðgaðu á fyri at lurta.Síðani frammførdu vit 4 sangir á Opus 16 (Grieg Hotel),í resteratiónini..So kann man siga,at konsertferðin væl og virdiliga var”skotin”í gongd.Sama kvøld flugu vit so víðari til Alicante.

8 mai frammførdu vit 6 sangir í hotel garðinum hjä Sólorku í Albir.Umframt teir 150 føroysku gestirnir sum vōru har,vóru eisini nógvir útlendingar og lurtaðu.

9 mai høvdu vit eina sera spennandi Grottukonsert í einari fleiri 1000 ära gamlari søguligari grottu,sum liggur í Cuevas del Canelobre.Tað var eitt ōtrúliga stōrt upplivilsi, sum vit aldrinn gloyma.Sangurin rungaði í hvønn krōk og í allar gongir har, har veggirnir kastaðu ljóðið aftur.Har vóru nógv feðrandi frá ymiskum natiónum sum lurtaðu eftir ma.føroysku kvæðunum sum blivu frammførd har. Síðani framførdu vit í Etnic music museum…….Síðani endaðu vit dagin við aftur at hava konsert á hotellinum hjá Sólorku,fyri bæðið føroyingum og útlendingum.

11. mai frammførdu vit á fyrst 6 sangir á einari uttandura kafé í Altea. Vit vitjaðu eisini eina fjallabygdina Guadalest,og sungu uttandura har. Síðani sungu vit í einari katólskari ōtrúliga flottari dōmkirkju,hvar heilt fitt av fólki lurtaðu. Eisini eitt upplivilsi, sum ein seint gloymur. Slíkur akkustikkur er ikki á hvørjum degi man hevur møguleika at uppliva. Ein sera strævin dagur við fleiri frammførðslum, men ōtrúliga gevandi. Um kvøldið var aftur framført fyri føroyingum og útlendingum ā hotellinum sum vit búðu á.

Umframt konsertir og aðrar frammførðslur,vóru sjálvsagt fleiri venjingar,har vit fōru í smádetaljur,fyri at gerast betri í okkara sangi.Sum tann “reyði trāurin,vōru tað tey føroysku kvæðini og aðrir føroyskir sangir,sum eg sjálv havi arr.til rytmiskt kór,sum var sungið allastaðni,og fyngu vit fleiri áhugaverd prát um føroyar og føroyskan sang frá áhoyrarum.
14 mai flugu vit heimaftur via Keypmannahavn,og síðan við atlantsflog til Føroyar,har vit”furdu”seinastu orkuna av sum var eftir umborð á flogfarðinum fyri ferðafólkunum har.

Ein sera væleydna konsertferð var at enda komin……..Ein tílíkur túrur er sera gevandi.Túrurin gav okkum gott samanhald,nógvar upplivingar, og stimbraði okkum sera nógv kórmessiga. Vit ynskja at gera ein tílíkan túr aftur í framtítíðini, ongantíð ov skjótt.
Vinarliga Sigrið Sivertsen Kórleiðari.

Frágreiðingar