31/03/2015

UT- Mentanartiltak

MENTANARTILTAK Í PERLUNI
Tann 24. oktobur skipaði Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið fyri stórum mentanartiltaki í Perluni í Havn. Til tiltakið var tónleikur, myndaframsýning, yrkingaupplestur og eisini varð røða borin fram.

Tað var rokkbólkurin Ranchus, sum legði út við at spæla nøkur løg. Síðani spældu Guðrið Hansdóttir, sum hevði Bartal Augustinussen við sær á gittar. Eftir hetta spældi Punjab. Teir spæla blues-inspireraðan alternativan funk-rokk og fingu veruliga lív í fjøldina. Seinasti bólkur, sum trein á pall var 200. Hetta var høvuðsnavnið á kvøldinum og vóru 200 góðir sum altíð.

Millum tónleikaframførslurnar kom fyrst Kristina Clementsen á pallin, og las upp fýra yrkingar hjá henni. Seinni bar Tór Marni Weihe fram røðu, har hann vísti á týdning av mentan og list í føroyska samfelagnum.

Frá byrjan og til endan av tiltakinum var tað eisini møguligt at síggja fleiri myndir, sum Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Laura Edit Tórhalsdóttir høvdu gjørt.

Tiltakið var væl eydnað, og tá flest fólk vóru, vóru tað umleið 80-100 fólk møtt upp.

Hetta er eitt av fyrstu stóru mentanartiltakunum, sum Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið hevur skipað fyri, og ætlanin er at halda fleiri slík mentanartiltøk. Tá fáa fleiri føroysk listafólk møguleika at vísa fram og framføra, og fólk fáa møguleika at uppliva okkara listafólk, sum eru nógv í tali.

Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið

Frágreiðingar, Tíðindi