21. november 2017

UT – fólkaatkvøða í Katalonia

Katalanska fólkið luttók á fólkaatkvøðu 1. oktober um spurningin um loysing. Tað er kanska ov nógv sagt, tí fleiri fólk sluppu ikki á fólkaatkvøðu, men hóast tógvi stríð á valdegnum, fóru fleiri katalanar á val henda dag. Í Unga Tjóðveldið eru vit sera fegin um, at vit fingu møguleikan at vera í Katalonia á atkvøðudegnum og upplivað loysingarstríðið sera nær. Vit gleðast somuleiðis um okkara part í samband við fólkaatkvøðuna, har vit hava víst á tað órættvísi, sum katalanar eru úti fyri og teirra grundleggjandi rætt at skipa síni egnu viðurskifti. Katalanar eru ein tjóð, og tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt!
Forkvinna Unga Tjóðveldisins var í Katalonia undan valið, á valdegnum og eftir valdagin. Loysingarrørslan er ikki einans sterk í Katalonia, men hon er sera væl skipað. Undirritaði hevði fleiri samrøður við ung í JERC, sum er eitt vinstravent loysingar umgmannafelag í Katalonia, ið Unga Tjóðveldið hevur gott samband við. Tey greiddu frá teirra arbeiði og týdningi í loysingarstríðnum. Her kom nógv nyttug og góð upplýsing um, hvussu eitt upplýst kjak kann skipast, hvussu ein savnar fólk og nógvur íblástur til valstríð fekst til vega. Loysingarrørslan hevði hópin av plakatum og klisturmerkir og dugdi væl at nýta sosialu miðlarnar, og kann sigast uttan iva at havt týdning í loysingarstríðnum.

Túrurin í Katalonia kann sum heild lýsast við at vera sera upplýsandi bæði um loysingarrørsluna í Katalonia og loysingarrørslur sum heild í ár 2017, at stríðið um sjálvsavgerðarrætt tjóðanna er ikki liðugt, og nógv læring í valstríðið er fingin til vega. Ferðin hevur uttan iva týdning fyri arbeiðið hjá Unga Tjóðveldið í at skipa einar frælsar og samhaldsfastar Føroyar.

Vinarliga

Elsa Berg,
vegna Unga Tjóðveldið

Frágreiðingar