13/03/2014

UNR, avlurting og tunnil

3 frágreiðingar frá HUXA

FRÁGREIÐING: UNR

Ferðin fór fram sum ætlað og uttan hóvastak, og ferðaliðið kom til Oslo í øllum góðum.

Fyrsta dagin, fríggjadagin, vóru fyrilestrar á skránni um Arktiska økið. Her fingu umboð frá HUXA møguleika at hitta granskarar, umboð fyri vinnuna og aktivistar frá øðrum Norðanlondum. Hetta gav okkum eitt gott innlit í arktiska økið.
Leygardagin var sett hol á sjálva ráðstevnuna. Tá var møguleiki, at leggja fram uppskot. Føroyska sendinevndin hevði lagt trý uppskot fram. Eina uppskotið snúði seg um, at føroyingar skuldu fáa tolk á UNR. Eitt uppskot um, at Føroyar skuldi gerast sjálvstøðugur limir í Arktiska ráðnum. Eitt uppskot um, at handilsforðingarnar móti Føroyum skuldu fordømast.
Tá uppskotini vóru løgd fram, vóru tey beind í ymiskar nevndir. Her høvdu umboðini hjá HUXA møguleika, at viðgera ymisk mál, ið vóru løgd fram og samskifta á skandinaviskum.
Umboðini hava sostatt fingið betur innlit í fólkaræðisligar mannagongdir og lært at samskifta á skandinaviskum.
Leygardagin og sunnudagin var høvið, at atkvøða um uppskotini, ið vóru løgd fram. Føroyska sendinevndin hevði gjørt sítt arbeiði til lýtar og øll uppskotini vóru samtykt mestsum einmælt.
Vit meta tískil, at UNR hevur verið eitt sera gott høvið hjá okkum, at gera vart við okkum og hava ávirkan á avgerðir í norðurlondum. Eisini vóru vit við at samtykkja uppskot hjá øðrum, ið vóru løgd fram.
Leygarkvøldið fingu vit eisini høvið, at fara í víðagitna býráðssalin í Oslo, har Nobelheiðurslønin plagar at verða handað.

FRÁGREIÐING: TILTAK UM AVLURTINGARPAKKAN

Tiltakið var av fyrstani tíð útsett, av tí, at eingin vildi veruliga úttala seg fyrr enn málið hevði verið í rættarnevndini. Felagið gjørdi tískil av, at útseta tiltakið til tess, at røttu luttakarnir vildu luttaka.
Tiltakið var tískil flutt til 29. Januar. Gott og væl 50 fólk vóru møtt hetta kvøldið á Hotel Hafnia. Eisini varð avtala gjørd við Portal.fo, um at streama frá tiltakinum. Eisini varð møguleiki at seta spurningar til kjaklutakarnar umvegis internetið. Gott og væl 600 fólk fylgdu við umvegis internet.
Lutakarnir í pallborðinum vóru, Jón Tyril, Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari, og Mikkjal Thomassen, leiðari á narkodeildini hjá løgregluni. Uni Holm Johannesen var orðstýrari
Tað komu nógvir góðir spurningar úr salinum, og fólk vóru sum heild væl nøgd við tiltakið.

FRÁGREIÐING: LJÓS FYRI TUNNILSMUNNAN

Nógv fólk høvdu leita sær oman í miðlahúsið mikukvøldið 5. Februar, tá tunnilssemjan var løgd fram.
Huxa hevði gjørt avtalu við landsstýrismannin í tunnilsmálum, Jørgen Niclasen, allar floksformennirnar og uttanflokkatingmannin Gerhard Lognberg um at luttaka á tiltakinum. Teir fingur allir høvið at siga sítt um breiðu semjuna. Eisini var stjórin á Landsverki Ewald Kjølbro, at greiða frá ætlanunum um teir báðar undirsjóvatunnlarnar.
Avtala var eisini gjørd við Norðlýsið og vp.fo um at streama frá tiltakinum. Heili 2000 fólk hugdu eftir tiltakinum umvegis netið. Umframt, at sent varð frá tiltakinum á Rás 2
Eftir framløgurnar varð høvið hjá fundarfólkið, at spyrja spurningar.
Tað vóru nógvir spurningar settir av teimu

Frágreiðingar, Tíðindi