30. november 2018

Ung í Dansi – Nordlek

Vit vóru 9 ung úr Føroyum, sum fóru til Svøríkis tann 6. til 15. Juli 2018.

Vit komu ymsa staðni úr Føroyum. Men tó øll limir í Ung í dansi.

Hesi ungu vóru við til tiltakið í Svøríki 2018.

Dávur Syderbø  Húsar

Silja Sivertsen  Norðdepil

Monika  Osberg Højsted  Klaksvík

Snæbjørg Gustavsdóttir  Norðoyri

Anja Herálvsdóttir Jensen  Sandur

Maria Djurhuus Larsen  Dalur

Tórunn Susanne Sømark  Dalur

Hjørdis Atladóttir Jensen  Sandur

Petur Óli Koytu Nicolajsen  Sandur

Áðrenn vit fóru, hittust vit fleiri ferðir og vandu kvæðir og dansispøl, saman við teimum eldru, sum bara komu til Nordlek.

Leiðin gekk til Falun í Svøríki, har stevnurnar skuldi halda til. Har er eitt stór ítróttar umráði, har umstøðurnar eru sera góðar, til slíkar stevnur. Vit skuldu búgva á einum skúla, saman við hinum luttakarum, sum komu á sommerleger.

Sommerleger

Teir fyrstu fýra daganir vóru vit til sommerleger, sum er fyri ung í aldrinum 15 til 25 ár. Vit vóru eini 150 ung úr ymiskum norðurlondum, sum komu saman, til dans og spæl.

Nordlek

Tá ið sommerleger var liðugt eftir 4 dagar, byrjaði Nordlek, sum er ein stór stevna fyri dansiáhugaði úr øllum norðurlondum. Uml. 2000 luttakarir vóru við til hesa stevnu.

Vit ungu, saman við teimum eldru úr Føroyum, vóru til framførslur bæði úti í býnum og inni í hallum. Vit høvdu eisini undirvísing, fyri hinum luttakarum, har vit dansaðu og lærdu teimum dansispøl. Tann næstsíðsta dagin, gingu vit øll 2000 luttakarinir skrúgongu gjøgnum býin, í 32 hitastigum, og øll í sínum nationalbúna.

Eisini, høvdu hini londini undirvísing í teirra national dansi, har vit høvdu møguleika at royna okkum.

Frágreiðingar