9. november 2017

Ung fyri Miðflokkin – Kjaktiltøk og UNR

Røð av almennum tiltøkum

UfM brúkti stuðulin til at skipa fyri trimum almennum tiltøkum:

Fyrsta tiltakið var 14. juli 2016 í Posthúskjallarinum. Tá hevði Bill Justinussen ein fyrilestur um, hvussu vit brúktu neyð- og menningarhjálpina, ið hvørt ár verður avsett av fíggjarlógini. Bill greiddi frá, hvussu Løgtingið og Landsstýrið viðgera umsóknir til meninngarátøk, og vit fingu innlit í hvørjar verkætlanir eru stuðlaður síðstu árini. Aftaná kom Jón Klein Olsen, vegna Fólkaheilsuráðinum, at fortelja um rúsevnir. Jón greiddi frá hvussu politiski myndugleikin best lóggevur á økinum, og hví tað hevur týdning at hava ein strangan rúsevnispolitikk.

21. januar 2017 skipaði UfM fyri einum tiltaki um rúsdrekkapolitikk í Perluni. Fyrst hevði Pál Weihe ein fyrilestur um hvørji tilmælir Fólkaheilsuráðið hevur til rúsdrekkapolitikk, og hvussu vit best halda rúsdrekkanýtsluna niðri og hví tað hevur týdning. Aftaná kjakaðust Ruth Vang(F), Bill Justinussen(H), Kaj Leo Holm Johannesen(B) og Jørgen Niclasen(A) um rúsdrekkalógina. Dánjal av Rana var orðstýrari.

11. juli 2017 skipaði UfM fyri eitt kjaktitlak um fosturtøkulógina í Perluni. Í kjakinum luttóku Rani A. Skaalum(H), Ruth Vang(F), Katrin Kallsberg(E), Barbara Gaardlykke Apol(SU) og Jórun Pólsdóttir (Pro Vita). Rebekka Manuela Behrens var orðstýrari.

Filmsbrot frá teimum báðum fyrstu tiltøkunum kunna síggjast á okkara YouTube-síðu: https://www.youtube.com/channel/UCKayGGNwJAxlrZN4hwaRD6g/videos?view=0&sort=dd&shelf_id=0
Filmsbrot frá tiltakinum um fosturtøku sæst á okkara Facebook-síðu: https://www.facebook.com/ungmidflokkur/videos/1183666298404650/

 

 

UNR 2016
Í vikuskiftinum 28.-30. oktober sendu vit fýra nevndarlimir til UNR ársfundin í Keypmannahavn.

Endamálið við ársfundinum var, at samtykkja nøkur uppskot, ið vit ynskja at Norðurlandaráðið skal taka upp. Her høvdu vit so møguleika fyri at senda uppskot inn, broyta og viðgerða onnur uppskot og samstarva við ungmannafeløg úr øllum norðanlondum. Tískil lærdu vit nógv um politisku skipanir í hini norðanlondini, norðurlendskt samstarv og ikki minst at “lobby´að” fyri ella ímóti ymiskum uppskotum. UNR ársfundurin var tí ein serstakur undirvísingarmøguleiki hjá nevndarlimunum, ið luttóku.

Frágreiðingar