5. februar 2020

Ung fyri miðflokkin – Røð av almennum kjak tiltøkum

1. Tað fyrsta tiltakið var t. 14. juli 2016 í Posthúskjallarinum. Tá hevði Bill Justinussen ein fyrilestur um hvussu vit brúktu neyð- og menningarhjálpina, ið hvørt ár verður avsett av fíggjarlógini. Bill greiddi frá hvussu Løgtingið og Landsstýrið viðgera umsóknir til meninngarátøk, og vit fingu innlit í hvørjar verkætlanir eru stuðlaður síðstu árini. Aftaná kom Jón Klein Olsen, vegna Fólkaheilsuráðinum, at fortelja um rúsevnir. Jón greiddi frá hvussu politiski myndugleikin best lóggevur á økinum, og hví tað hevur týdning at hava ein strangan rúsevnispolitikk.

2. Tann 21. januar 2017 skipaði UfM fyri eitt tiltak um rúsdrekkapolitikk í Perluni. Fyrst hevði Pál Weihe ein fyrilestur um hvørji tilmælir Fólkaheilsuráðið hevur til rúsdrekkapolitikk, og hvussu vit best halda rúsdrekkanýtsluna niðri og hví tað hevur týdning. Aftaná kjakaðust Ruth Vang(F), Bill Justinussen(H), Kaj Leo Holm Johannesen(B) og Jørgen Niclasen(A) um rúsdrekkalógina, Dánjal av Rana var orðstýrari.

3. Tann 11. juli 2017 skipaði UfM fyri einum kjaktiltaki um fosturtøkulógina í Perluni. Í kjakinum luttóku Rani A. Skaalum(H), Ruth Vang(F), Katrin Kallsberg(E), Barbara Gaardlykke Apol(SU) og Jórun Pólsdóttir (Pro Vita). Rebekka Manuela Behrens var orðstýrari.

Frágreiðingar