2014

Les og lær í Føroyum
Eftir stigtakan frá S&K-felagnum og í samstarvi við onnur fakfeløg og Vinnuhúsinum, er FUR farið undir umfatandi arbeiðið at gera eina bók um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum – bæði bókligar og verkligar. Endamálið við bókini er at kunna um, og at vísa á útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum. Einki savnað verk ella “stað” er í dag um útbúgvingar í Føroyum. Endamálið við bókini er, at varpa ljós á útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum og at geva teimum, ið hugsa um at fara undir útbúgving eitt samlað stað at leita sær upplýsingar.

Norðurlenskur leiðaraskúli
Føroya Ungdómsráð (FUR) hevur skipað fyri einum Norðurlendskan Leiðaraskúla í Føroyum. 33 barna- og ungdómsleiðarar luttóku úr Norra, Finlandi, Svøríki, Suðurslesvig, Norra, Danmark, Íslandi og úr Føroyum.

Føroyska náttúran var brúkt sum amboð og umhvørvi til av avbjóða einstaka luttakaran, og til at arbeiða saman undir krevjandi umstøðum. Leiðaraskúlin var skipaður við skift ímillum náttúru og skrivaraborði, ástøði og praksis. Tí fór undirvísing fram í haga, fjøllum, bergi og á sjónum.

Skótadepilin á Selatrað hýsti skúlan, og royndu luttakararnir m.a. klatriveggin, bogaskjóting, øksakast, at svimja í sjónum og at síga í bergi. Undirvíst var eisini í Granskingardeplinum iNova.

Luttakararnir upplivdu søguligar gongutúrar á Selatrað og Tinganesi, Norðurlandahúsið, føroyskar sagnir og – dans, føroyskan kórsang, klassiskan tónleik og Summarfestivalin. Borðreitt var við føroyskum mati, sum var enn ein avbjóðing fyri mong av teimum norðurlendsku luttakarunum.

Evnini á Norðurlendska Leiðaraskúlanum vóru innovatión, mentan, samskifti&coaching, framløgutøkni, leiðaraleiklutur og motivatión. Fakligu krøvini til Leiðaraskúlin hevur Norðurlendski Samstarvsfelagsskapurin fyri Ungdómsarbeiði ásett (NSU). Undirvísararnir vóru føroyingar, sum dagliga starvast á setrinum, íverksetarahúsinum, í Movera og miðlafólk. Luttakararnir fingu prógv fyri sína luttøku á Leiðaraskúlanum.

Norðurlandaráðið, Føroya Ungdómsráð og Mentamálráðið hava stuðlað Leiðaraskúlanum.

2013

Stutt filmar
Við tí endamálið at lýsa ein part av tí umfatandi ungdómsarbeiðinum, sum fer fram í Føroyum og at vekja ans og áhuga millum onnur ung setti FUR verkætlanina at gera stuttfilmar í verk.
Ungdómsfealgsskipirnir fingu í boði at gera eina film við fólki og útgerð, sum FUR fíggjaði. 10 felagsskapir tóku av hesum tilboðum um at fáa ein stuttfilm gjørdan um sín felagsskap.

Kunningarátak
Eitt tiltak fyri allar limafelagsskapirnir skuldi fyriskipast í Østrøm, har fokus varð sett á sjálvboði arbeiði og at fáa fleiri limir til. Tiltakið bleiv avlýst vegna væntandi undirtøku – í nógvum førum vegna væntandi fíggjarliga orku.

Vinn ein lærling
Verkætlanin Vinn ein lærling hevði sum endamál at seta sjóneykuna á møguleikarnar at læra í Føroyum. Bæði við tí endamáli at stimbra undir at fyritøkur og stovnar taka inn lærlingar, og at ung vera kunnaði um møguleikarnar. Kappingin “Vinn ein lærling” varð lýst í juni 2012. Stórur áhugi varð fyri at luttaka og 24 fyritøkur og stovnar luttóku. Mánaðirnir meðan kappingin varð fyriskipað, vórðu fleiri lærlingar settir enn undanfarin ár, hóast lærlingatalið fyri 2012 var minni enn í 2011. Vinnarin av kappingini gjørdist “KJ Hydraulik”.