22/10/2014

Tíðindaskriv – Norðurlendskur Leiðaraskúli í Føroyum

Føroya Ungdómsráð

Føroya Ungdómsráð (FUR) hevur skipað fyri einum Norðurlendskan Leiðaraskúla í Føroyum.  33 barna- og ungdómsleiðarar luttóku úr Norra, Finlandi, Svøríki, Suðurslesvig, Norra, Danmark, Íslandi og úr Føroyum.

Náttúran sum skúlastova

Føroyska náttúran var brúkt sum amboð og umhvørvi til av avbjóða einstaka luttakaran, og til at arbeiða saman undir krevjandi umstøðum. Leiðaraskúlin var skipaður við skift ímillum náttúru og skrivaraborði, ástøði og praksis. Tí fór undirvísing fram í haga, fjøllum, bergi og á sjónum.

Skótadepilin á Selatrað hýsti skúlan, og royndu luttakararnir m.a. klatriveggin, bogaskjóting, øksakast, at svimja í sjónum og at síga í bergi. Undirvíst var eisini í Granskingardeplinum iNova.

Upplivingar og mentan

 

Luttakararnir upplivdu søguligar gongutúrar á Selatrað og Tinganesi, Norðurlandahúsið, føroyskar sagnir og – dans, føroyskan kórsang, klassiskan tónleik og Summarfestivalin. Borðreitt var við føroyskum mati, sum var enn ein avbjóðing fyri mong av teimum norðurlendsku luttakarunum.

Føroyskir undirvísarar

Evnini á Norðurlendska Leiðaraskúlanum vóru innovatión, mentan, samskifti&coaching, framløgutøkni, leiðaraleiklutur og motivatión. Fakligu krøvini til Leiðaraskúlin hevur Norðurlendski Samstarvsfelagsskapurin fyri Ungdómsarbeiði ásett (NSU). Undirvísararnir vóru føroyingar, sum dagliga starvast á setrinum, íverksetarahúsinum, í  Movera og miðlafólk. Luttakararnir fingu prógv fyri sína luttøku á Leiðaraskúlanum.

Norðurlandaráðið, Føroya Ungdómsráð og Mentamálráðið hava stuðlað Leiðaraskúlanum.

Frágreiðingar, Tíðindi