Aðrar verkætlanir

FUR umsitur árliga stuðulin til limafelagsskapir og lokalfeløg í FUR. Limafeløgini og lokalfeløgini kunna harumframt søkja stuðul til serligar verkætlanir úr Stuðulsgrunni FUR’s.

Starvsstjórnin kann harumframt einmælt gera av at brúka  í mesta lagi 15% av upphæddini í stuðulsgrunninum til ymiskar verkætlanir, sum FUR tekur stig til og stendur fyri, innan fyri endamálinum hjá FUR.

“TAK VÆL ÍMÓTI”
FUR hevur í 2019 saman við ÍSF sett fokus á trivnaðin við at gera faldaran “TAK VÆL ÍMÓTI”.

Faldarin fæst við at venda sær til FUR ella til ÍSF. Faldarin kann eisini heintast her. 

Vit ynskja øll at hava kensluna: ”Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt, eisini í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.

Dømi frá felagsskapum

Í faldaranum, sum ber heitið ”TAK VÆL ÍMÓTI” eru 4 dømi frá felagsskapum innan sjálvboði frítíðarvirksemi í Føroyum. Harafturat eru punkt undir hvørjum dømi við gerðum og loysnum. Eisini er spurningar, sum mælt verður til, at felagsskapir taka upp og arbeiða við í felag, fyri at tryggja ta góðu móttøkuna.

Smáar gerðir gera stóran mun

Vit skulu leggja okkum í geyma, at ofta eru tað tær smáu einføldu gerðirnar, sum kunnu gera stóran mun.

Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum.

Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.

Vit vóna, at faldarin verður viðvirkandi til at økja tilvitanina úti í felagsskapunum og geva ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna.

Les og Lær í Føroyum

FUR hevur saman við yrkisfelagnum S&K tikið stig til verkætlanina Les og Lær í Føroyum, sum eru tvær heimasíður, onnur vendir sær móti føroyingum og hin móti útlendingum, har upplýsingar um útbúgvingarmøguleikar o.o. viðurskifti í hesum sambandi eru lýst.

 

Aðrar serstakar verkætlanir

Harumframt hevur FUR stuðla serstøkum verkætlanum hjá øðrum felagsskapum, sum mett verður hava almannaganglig virði fyri børn og ung.

Gentur Rokka

Starvsstjórnin hevur játtað stuðul kr. 12.000 til Gentur Rokka, ein rokklega fyri gentur 2.-6. Juli 2018 í Tórshavn.

Tilfar um ágang og harðskap móti børnum og ungum

In the Best Interests of the Child..”

Eisini hevur stjórnin, játtað stuðul til upplýsandi tilfar í Føroyum og í hinum Norðanlondunum um ágang og harðskap móti børnum og ungum við kr. 40.000. Upplýsandi tilfarið var gjørt í samband við og sum uppfylging til ráðstevnu í Føroyum 20. – 22. aug. 2018 “In the Best Interests of the Child: Rhetoric or Reality?. Hygg at filmunum her.