4. februar 2020

SU – summarlega á Utøya

Øvugt tí, sum nógv halda, verður summarlegan á Utøya enn hildin á sumri hvørt ár. Eftir ein støðg á gott fýra ár, aftan á álopið, 22. juli, í 2011, er legan aftur miðdepil fyri ungdóm í arbeiðararørsluni í Noregi og eitt tað mest týdningarmesta savningarstaðið innan norskan politikk.
Legan er aftur merkt av tí sama spælinum, svimjingini, verkstovunum, røðunum og samanhaldinum, sum hon í áratíggju var kend fyri.
Í samband við at SU er voksið seg alsamt størri, valdu vit tí at bjóða seks ungum limum við á leguna, har tey luttóku í øllum teimum aktivitetunum, sum gjølla høvdu verið lagdir til rættis fyri teimum.
Harafturat, fingu tey eina rundvísing á oynni, har forklárað varð um álopið í 2011 og árini eftir tað. Millum annað vitjaðu tey minnisvarðan fyri tey 69, sum lótu lív á oynni, og gamlu kantinuna, sum nú varð gjørd um til eitt savn.
Samanumtikið, varð túrurin bæði læruríkur, rørandi og inspirerandi. Luttakarinir vendu heim aftur við einari nýggjari vitan og vilja at skapa meira virksemi í Føroyum.
Vh
Rói Dam Dalsgarð
Frágreiðingar