24. august 2017

SU – páskaskeið hjá Danmark Socialdemokratiske Ungdom

Í døgunum 29. mars til 2. apríl 2017 luttóku Rói Dam Dalsgarð, Paul Kjartan Matras og Bartal Súsonnuson Hansen úr Sosialistiskum Ungum á árliga páskaskeiðnum hjá okkara systurfelagið úr Danmark, Danmark Socialdemokratiske Ungdom.

Í ár var há- og eftirskúlin í Rønde karmur um skeiðið, ið fevndi um 200 lutakarir úr ávíkavist Danmark Sociademokratiske Ungdom og Dansk Metal Ungdom. Eins og undanfarnu árini høvdu vit møguleikan at velja eitt skeið, sum vit vildu lutaka á. Evnið í ár var grønur politikkur, tí DSU er í gongd við einari kampanju um hetta evni. Grønur politikkur fylti nógv, men tað vóru eisini aðrir møguleikar. Paul Kjartan var á skeiðinum ”DSU’s tillidsmand”. Hetta skeiðis snúgvi seg í stuttum hvussu ein kundi blíva eitt betri álitsfólk (á arbeiðsplássum o.líkn.). Bartal var á skeiðinum ”DSU’s grønne menningsdannere”. Her var helvtin av partinum um grønan politik, og hin parturin var um hvussu vit kundu læra betri at kjakast, skriva lesarabrøv og halda røður. Rói var á skeiðinum ”Et grønt verdenssamfund”.

Undirvísingin fevndi um ein stóran part av degnum. Umleið 9 tímar um dagin vóru vit til undirvísing. Men tað var eisini tíð at hava sosialtiltøk. M.a var árliga kjakkappinigin hjá DSU, arbeiðarasangkvøldið, galladøgurði og árliga páskakabarettin. Hvønn dag var eisini ein aktivitetspausa.

Frágreiðingar