FUR umsitur árliga stuðulin barna- og ungdómsfelagsskipir, sum eru limir í FUR.

Umsitið verður sambært løgtingslóg um ítróttarvedding til limafeløg og lokalfeløg og sambært reglugerð og viðtøkum fyri FUR.

Limafelagskapir og lokalfeløg kunnu søkja um árligan stuðul einaferð um árið. Umsóknarfreistin er 1. apríl.

Harafturat kunnu limafelagskapir og lokalfeløg søkja stuðul úr stuðulsgrunni FUR’s.

Hesin stuðul er ætlaður til serliga góðar verkætlanir børnum og ungum at gagni, ella samfelagsgagnligar verkætlanir har børn og ung eru virkin.