Eftir umsókn kann stuðul latast til limafelagsskapir og lokalfeløg fyri serliga góðar verkætlanir børnum og ungum at gagni, ella fyri samfelagsgagnligar verkætlanir, har børn og ung eru virkin.

Stuðul úr Stuðulsgrunni FURs verður býttur so ofta, sum starvsstjórnin heldur tað hóska best. Ongar umsóknarfreistir eru galdandi, og allar umsóknir koma til viðgerðar og verða svaraðar, so hvørt tær koma inn. Tey, sum fáa stuðul úr Stuðulsgrunni FURs, hava skyldu til at lata FUR eina skrivliga frásøgn frá tí stuðlaðu verkætlanini í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at hon er framd.

Stuðul verður bert latin eina ferð fyri sama tiltak. Starvsstjórnin tekur støðu til umsóknirnar. Starvsstjórnin kann eisini lata vera við at veita stuðul, um ongin skikkað umsókn eftir hennara meting er komin.

Stuðulsumsókn kann heintast her: Stuðulsumsókn úr stuðulsgrunni FUR’s