Um at søkja limaskap í FUR
Landsfundurin ger av, hvør er limur í FUR, og tekur støðu til umsóknir um limaskap. Starvsstjórnin fyrireikar umsóknir um limaskap og leggur hesar fyri Landsfundin til atkvøðugreislu.
Treytir fyri limaskapi
Í minsta lagi 30 gjaldandi limir undir 30 ár, sum í minsta lagi skal vera kr. 100/ár í trimum av hesum økjum: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy, Norðuroyggjar, Sandoy og Suðuroy, pr. 31.12 í undanfarna ári.
Felagsskapirnir skulu hava fólkaræðiligar viðtøkur, har tey ungu hava ávirkan á leiðsluna.
Upptøka av limum
Umsóknir um limaskap, sum eru starvsstjórnini í hendi íseinasta lagi tann 15. februar, koma til atkvøðugreiðslu á fyrstkomandi landsfundi.
Teir felagsskapir, hvørs limaskapur verður viðgjørdur á landsfundi, hava atgongd til viðkomandi landsfund, men hesir kunnu ikki taka lut íatkvøðugreiðslu, fyrr enn upptøka er farin fram.
Umsókn um limaskap
Umsóknin eigur at innihalda:
- ein skriftlig og grundgivin umsókn.
- viðtøkur hjá felagnum við áseting í viðtøkunum um, at felagsskapurin hevur fólkaræðiligar viðtøkur, har tey ungu hava ávirkan á leiðsluna.
- verður felagsskapurin stovnaður, so verður frásøgn frá stovnandi aðalfundinum løgd við.
- Limalisti við í minsta lagi 30 limum við føðidato og postadressu.
Til ber, at biðja um vegleiðing við at venda sær til FUR, so hjálpa vit fegin!