05. november 2020

Skótalið KFUMs

Frágreiðing frá luttøku á verðins Jambore í USA í 2019

Verðins Jamboreein er ein lega, har 47.000 skótar frá 161 ymiskum londum savnast. Hetta gevur hvørjum einstakum skóta møguleikan at skapa vinabond og læra mentanina hjá ymsu londunum at kenna.

Jamboreein byrjaði við, at skótarnir savnaðust á Vága floghavn, har leiðin fór til Danmarkar. Her yvirnáttaðu skótarnir, áðrenn farið varð víðari til USA.

Tá komið var til USA, vórðu vit deild í 2 bólkar í 4 dagar. Skótarnir (14-17 ár) fóru við leiðarunum hjá sær til Charlotte NC og IST’ararnir (18+), sum skuldu arbeiða á leguni, fóru til New York.

Tá komið varð til USA, vórðu teir yngru skótarnir veðurfastir, orsaka av óveðri. Hetta hevði við sær, at skótarnir vóru móðir, tá komið varð til Charlotte NC. Hóast hetta var lagið gott og skótarnir vóru glaðir. Skótarnir fingu høvið at fara á ein upplivilingardepil, har møguleiki var at royna m.a. riverraftning og rapelling.

IST’ararnir fingu høvi at læra New York city at kenna. Til dømis vóru nøkur, ið fóru til leikir á víðagitna Broadway og onnur vitjaðu nýggja One World Trade Center og vitjaðu “9/11 memorial”. Eitt felagsvirksemi var at vitja The Empire State Building.

Allir skótarnir savnaðust aftur í West Virginia, har legan varð hildin. Her var sama býtið: IST’ararnir búðu fyri seg og yngru skótarnir fyri seg.

Arbeiðsuppgávurnar hjá IST’arunum vóru ymiskar. Tað varð arbeitt við Creative expression, Information Desk, ymiskum virksemi og at enda Quality Assurance, fyri at tryggja reinførið á bæði vesum og brúsum.

Yngru skótarnir fingu høvið at royna ymsu virksemini á leguni. Fleiri ymisk virksemi vóru, m.a. Better World, Creative Expression, Faith and Beliefs og ymisk ítrottarvirksemi. Øll virksemini vórðu málsett eftir FN-heimsmálum.

Á leguni var eisini Cultural Celebration Day. Endamálið við hesum degi var at læra um mentanir hjá øðrum londum, umframt at geva øðrum innlit í egnu mentan sína. Her kundi ein vitja básarnir hjá øðrum londum, fáa sær eitt gott prát og uppliva mentan teirra.

Tað var heitt á leguni, um 25-35 gradir hvønn dag. Hetta hevði ávirkan á vanliga føroyingin, tá hesin jú sjáldan upplivir meira enn 20 hitastig. Avleiðingin av hesum var, at nøkur endaðu hjá fyrstuhjálparunum, orsaka av vatnmangul. Her kundi ein ikki siga annað enn, at læknarnir og sjúkrasystrarnar vóru fyrikomandi og fyrimyndarlig og fingu – hampuliga skjótt - skótarnar at koma fyri seg aftur.

Á leguni varð skipað fyri nógvum felagstiltøkum, har tað var lagt upp til, at ein hitti fólki, ið høvdu aðra mentan enn ein sjálvur. Hetta varð gjørt m.a. við einum byrjunar-, mið- og enda-hátíðarhaldi.
Eisini varð skipað fyri tiltøkunum á undirlegunum, har skótarnir m.a. búðu, fyri at styrkja um samanhaldið og vinabondini.

Vit høvdu eina góða ferð og nógv nýggj vinabond vórðu knýtt.

Vit vilja hervið siga stóra tøkk fyri stuðulin og fyri at gera ferðina munandi betur.

 

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023