29. januar 2021

Skótaliðið Royndin – klintriskeið

Stuðulin kom væl við, og verkætlanin eydnaðist sera sera væl.

Tann 23. nov 2020 møttu tríggir leiðarir úr Royndini og ein lærari/instruktørur frá HIS í Marghølluni í Vági.

Undirvíst var við klatrivegginum í hølluni, sum er um 7 m høgur. Teir hægstu eru um 12 m.

Leiðararnir fingur upplæring í trygd o.ø, sum hevur við klatring at gera, so tann, sum klintran er í  tryggm hondum. At línan er rætt fest, at selin sum man er í situr væl, og at bremsan riggar. Og tá klintrarin verður loraður niður, er trygdin í lagi. Hetta skeiðið vardi í knapt 2 tímar.

Tvær vikur seinni vóru okur og klatraðu við úlvum og skótum. Tey vóru um 25í alt og í byrjaini var lærarin frá HIS við, og legði okum lag á.Tey sloppu at avprøva tveir ymiskar banar (ein lettan og ein sverari). Og var hetta væl móttikið. Okur vóru har í trýggjar tímar. Og øll sluppu at royna seg fleiri ferð. Summu tordi ikki so gott í byrjanini og klatraðu bert 2 m. upp. Meiri tey royndu seg, djarvari blivu tey, og næstan øll fóru allar 7 m. upp.

Somuleiðis lærdu tey at koordinera hendir og føtir, og leggja planir fyri hvønn meturin tey klintraðu. So tey ikki ‘rendu seg fastan’. Tey vóru røsk at stuðla hvørjum ørðum, og høvdu gott tol at bíða, til tey sluppu aftur fram at.

Ein sera góður og læruríkur aktivitetur fyri øll.

Marita V. í Lágabø
Skótaliðið RoyndinVágur

Frágreiðingar