20. marts 2019

Skótafylkinum Tórir Beinirsson Skopun – uppstart av skótaliði

Vil siga stóra takk fyri hjálpina vit hava fingi frá FUR.
 

Vit søktu um stuðuð til at starta upp við, og er stuðulin fyri tað mesta brúktur til at ferðast millun Gomlurætt og Skopun.

 

Vit eru 4, sum fara suður til Skopunar hvønn mikudag, og vit keypa billettir til bil og Leiðarir umborð á Teistanum.

 

Skótaárið hevur gingi gott, og tað legst eitt sindur til við skótun og úlvum.

Skótaarbeiðið hevur eisini gingi gott, allir skótarnir eru lidnir við Skótaroyndina, og nú verður arbeitt vit at taka dugnatekin og 1. hjálp.

 

Vit hava verði á 2 legum, ein á Sandoynni, og ein úti í Hesti, og eisini haft 2 patrúljuførara skeiðir sum baði vóru hildin úti í Hesti.

 

Tað møta millum 15 og 20 skótar og úlvar upp hvønn mikudag.

 

Vit hava eisini fingi innivist í Ungmannahúsinum, har er betri pláss enn í missiónshús kjallarinum.
Frágreiðingar