REGLUGERÐ

Spf. Ítróttarvedding til FUR og limafelagsskapirnar

  1. Lógargrundarlagið

Stuðul til ikki ítróttaligar barna- og ungdómsfelagsskapir verður latin sambært løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um Ítróttarvedding; seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011.

  1. Treytir fyri stuðul

Fyri at fáa stuðul skal talan vera um landsfelagsskap, sum er limur í FUR, ella lokalfelag, sum hevur limaskap í einum av limafelagsskapum FURs.

 

Limafelagsskapir, sum søkja, skulu lúka hesar treytir:

  • Hava heimstað í Føroyum.
  • 31.12 í undanfarna ári hava í minsta lagi 30 gjaldandi limir undir 30 ár við umboðum í minst trimum av hesum økjum: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy, Norðuroyggjar, Sandoy og Suðuroy.
  • Limagjaldið í limafeløgunum skal vera í minsta lagi 100 kr. árliga fyri hvønn einstakan lim.
  • Rokningar fyri limagjald skulu vera sendar limunum í undanfarna ári.
  • Hava fólkaræðisligar viðtøkur, har tey ungu hava ávirkan á leiðsluna.
  • Hava egna nevnd og egið virksemi.
  • Hava sent umsókn rættstundis, smb. § 4 í hesi reglugerð.

 

Lokalfeløg, sum søkja, skulu lúka hesar treytir:

  • Hava heimstað í Føroyum.
  • Hava í minsta lagi 10 gjaldandi limir undir 30 ár pr. 31.12. í undanfarna ári (lokalfeløg). Eru fleiri enn eitt lokalfelag í sama býi/bygd, skulu tey fylgjandi lokalfeløgini hava í minsta lagi 25 gjaldandi limir hvørt.
  • Limagjaldið skal vera í minsta lagi 100 kr. árliga fyri hvønn einstakan lim.
  • Rokningar fyri limagjald skulu vera sendar limunum í undanfarna ári.
  • Hava fólkaræðisligar viðtøkur, har tey ungu hava ávirkan á leiðsluna.
  • Hava egna nevnd og egið virksemi.
  • Lokalfeløg skulu hava verið limir í landsfelag í minsta lagi eitt ár, áðrenn tey kunnu søkja um stuðul – tó undantikið úr Stuðulsgrunni FUR’s.
  • Lokalfeløg kunnu – í stuðulshøpi – bara verða limir í einum landsfelag.
  • Hava sent umsókn rættstundis, smb. § 4 í hesi reglugerð.

 

Næmingafeløg verða ikki roknaði sum lokalfeløg, men tey kunnu søkja stuðul á kr. 2.000,- hvørt ár. Stuðul kann ikki veitast til ítróttarlig endamál.

 

  1. Býtið av stuðulsupphæddini

Av tí árligu upphæddini, sum FUR fær tillutað frá Spf. Ítróttarvedding, fara tær fyrstu 400.000 kr. til fyrisiting FURs.

Síðan verður restin býtt soleiðis:

 

Stuðulsgrunnur FURs 10 %

Limafelagsskapir:

Grundstuðul 20%

Lokalfeløg 5%

Lokalfeløg:

Grundstuðul 15%

Limastuðul: 50%

 

Limastuðulin verður býttur millum limir í limafelagsskapum og lokalfeløgum. Fer tann árliga upphæddin, sum FUR fær tillutað frá Sp/f Ítróttarvedding, upp um 2.000.000 kr., verður helvtin av tí, sum er oman fyri 2.000.000 kr., býtt til Stuðulsgrunn FURs. Hin helvtin verður lutfalsliga eftir nevndu procentsatsum tillutað limafelagsskapum og lokalfeløgum.

Fer tann árliga upphæddin, sum FUR fær tillutað frá Sp/f Ítróttarvedding, niður um 1.000.000 kr.,

verður einki býtt til Stuðulsgrunn FURs, men í staðin verða Stuðulgrunsins 10 % tillutað limafelags-skapum og lokalfeløgum soleiðis, at 2 % verða løgd afturat nevndu prosentsatsum.

  1. Umsóknir og umsóknarfreistir
    Stuðul verður latin eina ferð árliga. Umsóknir skulu vera FUR í hendi í seinasta lagi 1. apríl. Umsóknir skulu sendast til FUR, Hoydalsvegur 6, Postbox 1359, FO-110 Tórshavn.

Saman við umsóknini skulu umsøkjarar lata inn:

  • Ársfrágreiðing
  • Grannskoðaðan roknskap
  • Limalista pr. 31 12. í undanfarna ári yvir allar limir undir 30 á
  • virkisætlan og/ella -skrá og
  • fíggjarætlan fyri verandi ár

 

Ístaðin fyri limalista kunnu felagsskapir lata inn váttan frá skrásettum grannskoðara um limatal.
FUR hevur skyldu til at eftirkanna, um allar innkomnar umsóknir eru fullfíggjaðar. Eru umsóknir, ið ikki eru fullfíggjaðar, hevur FUR skyldu til at kunna feløgini um eventuellar manglar við teirra umsókn innan 7 dagar. Eftir hetta hevur viðkomandi felagsskapur 7 dagar at fáa sína umsókn í rættlag, soleiðis at hon kann viðgerast. Er tað soleiðis, at felagskapurin enn ikki hevur latið inn fullfíggjaða umsókn eftir longdu tíðarfreistina, verður hon at rokna sum ikki innkomin, og tískil verður eingin stuðul útgoldin fyri viðkomandi ár.

  1. Stuðul úr Stuðulsgrunni FURs

Eftir umsókn kann stuðul latast til limafelagsskapir og lokalfeløg fyri serliga góðar verkætlanir børnum og ungum at gagni, ella fyri samfelagsgagnligar verkætlanir, har børn og ung eru virkin.

Stuðul úr Stuðulsgrunni FURs verður býttur so ofta, sum starvsstjórnin heldur tað hóska best. Ongar umsóknarfreistir eru galdandi og allar umsóknir koma til viðgerðar og verða svaraðar, so hvørt tær koma inn. Tey, sum fáa stuðul úr Stuðulsgrunni FURs, hava skyldu til at lata FUR eina skrivliga frásøgn frá tí stuðlaðu verkætlanini í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at hon er framd.

Stuðul verður bert latin eina ferð fyri sama tiltak. Starvsstjórnin tekur støðu til umsóknirnar. Starvsstjórnin kann eisini lata vera við at veita stuðul, um ongin skikkað umsókn eftir hennara meting er komin.

 

  1. Kærur

Møguligar kærur um avgerðir hjá starvsstjórnini sbrt. hesi reglugerð skulu sendast til Kærunevnd FURs, Hoydalsvegur 6, Postbox 1359, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 4 vikur eftir at avgerðin er kunngjørd fyri umsøkjaranum.
Kærunevndin hevur tríggjar limir. Í henni sita advokatur felagsins, sum starvsstjórnin velur, og sum er formaður, grannskoðari felagsins, sum landsfundurin velur, og ein triði limur, sum hesir báðir í felag velja. Kærunevndin tekur avgerð við vanligum meirluta.

Kærunevndin skal gera úrskurð innan 6 vikur eftir móttøku av kæruni. Avgerðir hjá kærunevndini eru endaligar.

  1. Endurskoðan
    Henda reglugerð er endurskoðað á eykaaðalfundi FUR’s í 2014 og skal endurskoðast, so hvørt tørvur er á tí. Hon skal takast til viðgerðar við atliti til møguliga endurskoðan í minsta lagi 5. hvørt ár.