13. marts 2019

Losjan Glotti í Gøtu – leikurin Hedda Gabler

”Hedda Gabler” í býráðshúsinum í Norðragøtu 02. Dec 2018
Losjan Glotti Sjónleikardeildin hevur seinastu 6 vikurnar hildið til í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu í Norðragøtu.

Leikurin “Hedda Gabler”, eftir Henrik Ibsen og Patrick Marber varð uppsettur í vakra og serstaka býráðshúsinum hjá Eysturkommunu. Búi Egason Dam leikstjórnaði, og kom hann tíðliga í tilgongdini við uppskotinum at seta leikin upp aðrastaðni, enn á pallinum í Losjuni. Nevndin fór, saman við Búa, at leita eftir øðrum møguleikum, og tað endaði við at Hedda slapp at flyta inn í glæsiligastu húsini í bygdini. Hetta er eitt stórt álit av kommununi at geva okkum, og vit eru sera takksom.

Búi legði stóran dent á at leikararnir brúktu umhvørvið, sum í hesum førum vóru býráðshúsini, eins og umhvørvið uttanfyri, har leikurin eisini fór framm. Áskoðararnir vórðu boðnir heim í “húsini” hjá Heddu og Jørgin Tesman, innrættaði stílfult, við nýmotans møblum. Eftir eina løtu vórðu áskoðararnir bodnir at koma longur inn, innar í stovuna, og fingu tískil sæð serstaka arkitekturin gjøgnum húsini og vøkru náttúruna uttanfyri, í ánni øðrumegin og á sandinum hinumegin, sum part av leikinum.

Sjey leikarar, átjan statistar, átta teknikkarar, tvær seymikonur, nevndin og mong, mong onnur vóru partur av hesari leikuppsetanini. Uppsetanin var ótrúliga krevjandi, og tað er allarhelst eisini ein orsøk til at hon var so gevandi. Ongin teknisk forðing var ov stór, og fólk arbeiddu væl saman fyri at finna loysnir, sum riggaðu til leikin, og samstundis ikki ávirkaði tey, ið dagliga starvast í kommununi.

Eftir 15 útseldum sýningum, góðum ummælum og vælnøgdum leikarum og leikhópið annars, takkaðu vit fyri okkum í býráðshúsinum, og høvdu okkara seinastu framførslu leygarkvøldið 24. Nov 2018.

Vit takka tykkum so miriliga fyri stuðulin. Fyri eitt áhugaleikfelag sum okkum, hevur fíggjarligur stuðul stóran týdning. Hetta ger, at vit tora at fara undir øðrvísi verkætlanir, og vit tora at geva okkum 100% og taka allir møguleikar til sjálvsmenning gjøgnum hvørja leikuppsetan, um tað er skemt ella álvara.

Seinastu 7 árini hava vit sett 8 sera ymiskar leikir upp.

Takk fyri stuðulin😊

Vinarliga

Losjan Glotti í Gøtu

Frágreiðingar