22. september 2017

KFUM Skótarnir í Kvívík – jóladekoratiónir til pensionistar

Frágreiðing um tiltak hjá KFUM Skótum í Kvívík, ið var týsdagin 22. November 2016

Fyri at savna um bygdina og eisini fyri at siga takk til tey eldru, kommunu og onnur, sum altíð stuðla KFUM skótum, smáskótum og úlvum í bygdini, valdu leiðarar at gera ein dag har sum øll børnini, við familjum teirra vóru vælkomin at gera eina jóladekoration, til allir pensionistar í Kvívíkar Kommunu, umframt eina dekoration til ellisheim har folk út kommununi búgva.

Byrja var kl 16.00 har leiðarar, og onnur hjálparfólk gjørdu klárt, bæði til pynt men eisini ein betri bita, tí kalt var. Kl. 17.00 komu børnini við familjum, har 77 jóladekoration vóru gjørdar, bornar út til hvønn pensionist, við einari skótakvøðu um eini gleðilig jól og við takk fyri farna árið, uttan bygdafólkið er ikki nógv gjørligt í einari so lítlari bygd sum Kvívík.

Eisini vóru jóladekorationir gjørdar til Kvívíkar kommunu, ellisheimið á grønanesið, ellis og røktarheimið í Kollafyri og á Mørkina í Streymnesi.

Ikki er hetta bíligt, tí eru vit sera fegin um allan stuðul sum vit hava fingið, stóra takk fyri tað, tí uttan tað var hetta ikki gjørligt. Peningur bleiv brúktur uppá grann, leir, pynt, skálir, takkarmerkir, og suppu og kaffi til øll.

Eitt sera væleydna tiltak, har skótar við familju vóru samlaði til ein hugnaligan dag, fyri at siga takk til okkara eldru, sum altíð taka so væl ímóti skótunum og sum høvdu glett seg til at fáa eina vitjan upp undir jól.

Enn einaferð takk fyri vístan stuðul
Vegna KFUM Skótar Kvívík
Marna Knudsen

Frágreiðingar