4. december 2017

KFUM skótarnir í Føroyum – “mobilt leiðaraskeið”

Mobilt leiðaraskeið var 15.-16. Septembur 2017.
Endamálið við leiðaraskeiðnum er at brynja ungar og/ella nýggjar leiðarar til at vera góðir og
dugnaligir úlva- og skótaleiðarar.

Á skeiðnum varð dentur lagdur á at fyrst og fremst at seta leiðararnar inn í bygnaðin á
skótasamskipanunum í Føroyum (t.e. KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya skótasamband og
Føroya KFUK skótar og hvussu hesi innganga undir Føroya Skótaráð).
Eisini fingu tey undirvísing í merkjaskipan og venjingarskipan hjá KFUM skótunum í
Føroyum.

Luttakararnir skuldu eisini gera greiði fyri eitt gott upplivilsi, sum tey hava havt frá skótalívi
teirra og síðan útgreinað hettta og brúka tað í planleggingarprosessini, til t.d. fundir, legur,
tiltøk o.t.
Í fleiri umførum skuldu luttakarar planleggja skótaárið við eitt nú fundum og legum og
útgreinað innihaldið og hvussu tiltøkini skuldu verða framd. Luttakararnir skuldu eisini útføra ymsar praktiskar fundir, sum eitt nú at gera bál við 2 svávulpinnum og ein stutt heik í
haganum.

Dentur varð lagdur á at práta og deila royndir við hvønn annan og á hendan hátt koma fram
til, hvussu ymsu leiðarauppgávurnar best verða loystar.

At enda var ein eftirmeting. Luttakarar skuldu eftirmeta, hvat tey høvdu lært á skeiðnum og
skuldu meta um, hvussu skeiðið varð farið fram – hvat var gott og minni gott. Hetta verður so tikið til eftirtektar til framtíðar skeið.

Á skeiðnum vóru 12 luttakarar úr 4 ymsum skótabólkum.

Frágreiðingar