31/03/2015

KFUM í Vági – Forðarenning

Blast from the past II – Reload

27. til 28. desembur 2013

Blast from the past var ein krimi renning, har teir ungu leiðarnir skuldu fella eitt brotsmannalið.

Tey vóru deild uppí tvey lið. Hvørt liðið hevði ein sjafør, ið eisini hevði ein bil við sær, so tey kundu koyra runt á fastlandinum.

Áðrenn sjálvt tiltakið byrjaði høvdu teir ungu leiðararnir sæð nøkur filmsbrot av brotsmonninum, ið tey skuldu fanga. Fyri at geva krimirenningini eina meining og økja um spenningin millum teir ungu leiðarnir.

Renningin byrjaði við Jolly húsið í Hósvík, har tey blívu deild í tvey leið, og fóru síðani á ymsar postar, ið lógu m.a. í Kvívík, Leynum, Signabø, Kalbaksbotni, Gjáarnaroyri, Oyri o..s.fr.

Tey koyrdu runt til ymsu postarnar, og fingu ymsar lutir á hvørjum posti, ið tey kundu nýta. Víðari í renningini.

Tey fingu ímillum annað fartelefonir, mat, paintball útgerð og ymiskt annað.

Tann, ið ungu leiðaranir skuldu fanga og fella nevndist Fretyre Jens.

Eftur tveir stórar paintball bardagar, tann eini í Havnardali og hin á Selatrað, so slapp hann til rýmingar. So kanska kemur hann aftur uppá banan, saman við sínum trúføstum hjálparum, Skeivi Børge og Svaki Aage.

Vit høvdu eina sera spennandi renning og teir ungu leiðarnir lótu væl at, og tosa um hana enn í dag.

Vit takka fyri stuðulin, sum gjørdi hettar tiltakið verðuligt.

 

Við skótakvøðu

Bjarni Hentze

Frágreiðingar, Tíðindi