2. november 2017

KFUM í Tórshavn – lega í Vestmannaoyggjunum í Íslandi

Vit fóru við Atlantsflog 11. juli til Íslands á Norðurlendska ungdómslegu hjá KFUM og KFUK í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, vit komu aftur 18. juli við Atlandsflog.

Vit vóru 14 ung og 7 vaksin, 21 íalt.

Vit steðgaðu tveir dagar í Reykjavík tí legan byrjaði 13. juli.

Vit fingu innivist í barnagarðinum hjá KFUM og KFUK í Reykjavík. Í Reykjavík fóru vit at svimja týsdagin, sum vit komu og gjørdu okkum mat um kvøldið. Mikudagin varð farið í Hallgrímskirkjuna og Harpuna og annars hugnaðu okkum í býnum. Um kvøldið varð farið til fótbóltsdyst millum Víking og FH Íslendska liðið, sum spældu í Hafnafirði.

Mikudagin varð farið út í Vestmannaoyggjarnar, vit koyrdu við bussi til Landeyjahøfn og silgdu við ferjuni Herjálvur út í oyggjarnar, har legan varð sett og samansjóðing varð millum luttakararnar, sum vóru úr Danmark, Finnlandi, Svøríki, Føroyum og Íslandi.

Allir leguluttakarnir fingu innivist í skúlanum, har vit eisini ótu og høvdu hugnakvøldini í auluni.

Íalt 98 ung og 32 leigarar.

Á skránni varð: Áhugatímar so sum rørsla, sangur, túrar í náttúruni so sum at fara niðan har í edlgosið varð í 1973, undir steinunum í holum er enn so heitt at man kann baka breyð enn tann dag í dag og hetta varð víst okkum.  Eisini er eitt hús, sum vit vitjaðu ið er bygt yvir húsagrund har húsið fór av eldi, har varð víst ymist so sum filmur og annað um eldgosið.

Vit úr Føroyum høvdu: at fletta hár og at bregda band, har vit lærdu tey at bregda eitt armband, tað varð stórur áhugi fyri hesum. Eisini fóru vit uppá gólv og vístu teimum Føroyskan dans, vit kvóðu: Veturin kom við kulda og kava og 10 indianarabørn, allir luttakarnir komu uppí ringin. Vit fóru eisini við báti til fuglabjørgini, sum eru nær við býin.

Um kvøldið varð hugnaløta, sum hvørt land sær skipaðu fyri, vit vóru saman við Danskarum um okkara kvøld, vit spældu sketchir og sungu signingina so sum konfirmantarnir á Sandoynni hava lært tað. Vit høvdu nógv føroysk fløgg við.

Seinni um kvøldið varð andakt og sangur í kirkjuni. Sunnudagin varð Guðstænasta.

Týsdagin 18. juli varð farið tíðliga úr Vestmannaoyggjunum tí hann øtlaði veðrið, vit vóru heima uml. kl. 21.30 tveir tímar seinkaði orsaka av ringum veðurlíkindum í Íslandi.

Tá vit komu heim gjørdu vit eina fotomappu um leguna í Vestmannaoyggjunum og Reykjavík til allar luttakararnar.

KFUK og luttakarnir av Sandoynni takka hjartaliga fyri stuðulin frá FUR.

 

Vinaliga

Louisa Niclasen Hansen

Frágreiðingar