Heiðursløn til barna- og ungdómsarbeiði 2018

Føroya Ungdómsráð fer á Landsfundi FUR’s í mars 2018 at heiðra persónar og verkætlanir innan barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.

Starvsstjórnin í FUR letur árliga heiðursløn til verkætlanir og einstaklingar. Latnar vera upp til tríggjar heiðurslønir. Heiðursløn FURs er eitt heiðursbræv og ein heiðursløn kr. 5.000 – 10.000.

Endamál FURs við at lata heiðurslønina er, at:

  • geva eldsálum innan barna- og ungdómsfelagarbeiði viðurkenning
  • geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði
  • vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
  • vísa á samfelagsliga týdningin á arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum.

Møguleiki er fyri at fáa heiðursløn FURs fyri nógv ymiskt. t.d.:

  1. fólk, sum ganga undan og brenna fyri barna- og ungdómsarbeiði – sonevndar eldsálir.
  2. eitt serligt tiltak fyri børn og/ella ung á staðnum
  3. tiltøk sum børn ella ung skipað fyri, sum t.d. hjálpartiltak fyri eldri. Tiltøk, sum varpa ljós á t.d. happing, umhvørvi e.a.
  4. ein serliga krevjandi verkætlan
  5. ein slóðbrótandi verkætlan
  6. eitt serliga væleydnað kunningar og/ella upplýsingar tiltak

Á Landsfundi FUR’s 2017 heiðurslønir latnar til:

  • Hjørdis Johansen, Dramaverkstaðið fyri avrik sum íbirtari fyri børn og ung leiklistini í Føroyum at frama ígjøgnum nógv ár.
  • Jóna Venned, KFUM skótarnir í Føroyum fyri fyrimyndarliga og týdningarmikla arbeiði sum Jóna Venned ger fyri skótaarbeiði í Føroyum.
  • Blákross Ungdóm fyri verkætlanina Liv Lívið, sum eitt stórt og vælgjørt tiltak, ið nógv fólk hava tikið lut í og fingið gleða av og at verkætlanin setir fokus á evni, sum eru týdningarmikil og alment gagnlig.

 

 

 

 

 

 

 

 

Øll kunnu senda uppskot inn
Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin. Innstillingarblað er tøkt á www.fur.fo. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi persónur ella verkætlan eigur at fáa heiðurin.

Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 15. februar 2018. Uppskot skulu sendast til Føroya Ungdómsráð á fur@fur.fo ella við brævi til Føroya Ungdómsráð, Hoydalsvegur 6, Postrúm 1359, FO-110 Tórshavn.

 

 

Send tína innstilling her