Øll eru vælkomin at innstilla eina verkætlan ella ein persón til heiðursløn FURs!

Freistin er 15. februar 2021.

Einstaklingar, foreldur, feløg, bólkar o.o. Faktiskt er tað soleiðis, at einhvør kann innstilla og einhvør kann instillast!

Heiðursløn FUR’s er eitt heiðursbræv og ein heiðursløn ímillum kr. 5.000-10.000. Skipanin er ein liður í at seta fokus á barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.

Til ber eisini, at lata inn fleiri innstillingar og at senda innaftur áður innsendar innstillingar!

Endamál

Endamál FURs við at lata heiðurslønina er:

  • at geva eldsálum innan barna- og ungdómsfelagarbeiði viðurkenning
  • at geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði
  • vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
  • at vísa á samfelagsliga týdningin av arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum.

Nógvir møguleikar

Møguleiki er fyri at fáa heiðursløn FURs fyri nógv ymiskt. t.d.:

  1. fólk, sum ganga undan og brenna fyri barna- og ungdómsarbeiði – sonevndar eldsálir.
  2. eitt serligt tiltak fyri børn og/ella ung á staðnum
  3. tiltøk sum børn ella ung skipað fyri, sum t.d. hjálpartiltak fyri eldri. Tiltøk, sum varpa ljós á t.d. happing, umhvørvi e.a.
  4. ein serliga krevjandi verkætlan
  5. ein slóðbrótandi verkætlan
  6. eitt serliga væleydnað kunningar og/ella upplýsingar tiltak

ja, møguleikarnir eru nógvir.

Innstilling og freist

Sendi okkum tykkara innstilling – tað er skjótt og lætt at fylla út!

Innstillingarblaðið at fylla út og senda til fur@fur.fo er her.

Um tú/tit ivast í onkrum send okkum eini boð ella ring.