Heiðurslønir latnar á Landsfundi FURs 2019

Lív Justinussen og Rói B. Poulsen

Øll hava rætt til góða barnaár
Verkætlanin Øll hava rætt til góð barnaár hjá Blákross Ungdómi fekk heiðursløn fyri, at bjóða børnum og ungum, ið hava foreldur við rúsdrekka-  ella rúsevnistrupulleikum samrøður í bólkum. Fólk flest í samfelagnum eru bangin fyri, at seta orð á trupulleikan, og tí kunna hesi børn og ungu føla, at tey ongastaðni hava at venda sær.

Verkætlanin er eitt trygt stað, sum ger stóran mun í lívinum hjá hesum børnum, ungum og familjum teirra.

Annika Eidesgaard og Rói B. Poulsen

Annika Eidesgaard, skrivari hjá CISV
Annika Eidesgaard fekk heiðursløn fyri, at hava gjørt eitt megnar arbeiði at fyriskipa atljóða CISV legur, bæði tá legur hava verið í Føroyum og eisini, tá Føroyar senda børn og ung aðrastaðni. Børn og ung hava fingið upplivingar fyri lívið og hava knýtt vinarsambond kring allan heimin.

Martin Kúrberg og Rói B. Poulsen

Martin Kúrberg, leiðari av viðgerðarheimi til ung
Martin Kúrberg er leiðari av viðgerðarheiminum Frælsið á Eiði, sum er eitt avvenjingartilboð fyri ungdóm í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Martin Kúrberg fekk heiðursløn fyri at vera ein brennandi eldsál at hjálpa ungum, sum eru bundin av rúsevnum. Martin er ein fyrimynd fyri øll ung um, at tað er ein vón fyri ung við rúsevnistrupulleikum og at vit hava eina samfelagsliga skyldu, til at hjálpa øðrum.