Heiðurslønir latnar á Landsfundi FURs 2018

Gyða Skaale Johansen, Súsanna Hjallnafoss, Ása Olsen, Sissal eyðfinnsdóttir, Fía Lindenskov, Rói B. Poulsen, Høgni Jensen og Bogi Sigurstein

Títlingaleiðararnar hjá Havnar KFUK-skótum
Títlingaleiðararnir fyri Havnar KFUK-skótar fingu heiðursløn fyri teirra sera góða arbeiði at geva gentunum góðar og mennandi avbjóðingar, ið ger, at tær vaksa í trúnni á seg sjálvar. Til hetta arbeiði hava tær m.a. arbeitt við ”Free being me” verkætlanini, ið serliga er gjørd, fyri at læra at góðtaka seg sjálvan, sum ein er – at vit øll eru góð nokk sum vit eru.
Eitt foreldur hevur skrivað soleiðis til ein av skótaleiðarunum: ”Tit eru óførar, dugnaligar, hjartaligar, ótroyttiligar! Vit eru heppin at hava so góðar kvinnur at leggja okkara børnum so gott í beinið. So ein hjartans tøkk kemur frá okkum. Tit eru gull verdar!”

Bogi F. Sigurstein, leiðari hjá Skótaliði KFUMs í Tórshavn
Bogi F. Sigurstein fekk heiðursløn fyri sítt trúfasta og miðvísa arbeiði at tryggja øllum í skótaliðnum menning og lívsútbúgving og at leggja lunnar undir øllum virkseminum hjá Skótaliði KFUM’s. Bogi F. Sigurstein arbeiðir miðvíst fyri at gera umstøðurnar hjá úlvum, skótum og leiðarum enn betri enn tær eru í dag. Ímillum avrik hansara kann nevnast Bogastova í Havnardali.

Høgni Jensen, leiðari hjá Føroya Skótasamband
Høgni Jensen fekk heiðursløn fyri sítt stóra arbeiði innan skótarørsluna og fyri at flyta føroysku skótarørsluna framá. Høgni Jensen hevur verið leiðari í Skótafylki Sigmunds Brestisson í 22 ár og hevur verið sera virkin í landsarbeiði bæði hjá Føroya Skótasambandi, Føroya Skótaráð og innan Skótahjálpina.

Sum leiðari hevur Høgni Jensen fingið ungfólk at taka ábyrgd og leiðslu og hevur staðið á odda fyri  uttanlandslegum. Fleiri av skótunum hjá Høgna Jensen (bæði fyrrverandi og núverandi) eru í dag at síggja í fremstu røð í samfelagnum.