27/04/2015

Framsøkin Ung – UNR

Verkætlan

Tann 24. oktobur 2014, helt Ungdommens Nordiske Råd tingfund fyri fleiri politiskum ungmannafeløgum úr øllum norðurlondunum. Tingfundurin bleiv hildin í Rigsdagen í Stokkhólm, Svørríki.

Endamálið við tingfundinum er at skapa sambond tvørtur um landoddarnar, við øðrum ungdómi, ið deilir sama áhuga fyri samfelags og heimsviðurskiftir.

Tingfundurin lærir eisini tey ymsu ungu fólkini, hvussu politiskt arbeiði verur framt, og hvussu mann samstarvar við øðrum, fyri at fáa uppskot ígjøgnum.

Vinarliga
Bjarni Kárason Petersen
Formaður, Framsøkin Ung

Frágreiðingar, Tíðindi