6. november 2017

Framsøkin Ung – limatiltak

Dato: 18. august 2017

Luttakarar: 24

Farið var av Kongabrúnni kl 16.00 út á Borðina, Nólsoy.

Har var gongutúrur inneftir. Hálvvegis ótu vit tvíflísar, og ein røða var hilidn, omframt at fundur var hildin, har orðið var frítt.

Vit komu inn til bygdina uml. kl 20.00. Tá kom Marnar úr Skúr at vísa okkum runt í bygdini og læra okkum nakað av bygdasøgu um Nólsoynna, og hvussu ferðavinnan hevur ment/mennir oynna.

Tá fóru vit inn til Maggie’s, har FU betaldi mat til øll.

Ternan silgdi heim kl 22.20.

FU betaldi allan matin, tó ikki allar drekkivørur.

Blíðar heilsur,

Bjarni Rasmussen

Formaður, Framsøkin Ung

Frágreiðingar