29/09/2014

Frágreiðing – Familjulegan 2014

Fyrst og fremst vilja vit fegin takka fyri stuðulin til familjuleguna 2014.

Familjulegan eydnaðist sera væl í ár. Vit høvdu áleið 2300 vitjandi, dagarnar frá 03 aug. – 06. aug. Vit høvdu áleið 60 sjálvboðin frá skótunum við á leguna. Tey vóru við til, at gera leguna lættari og hetta eru vit sera takksom fyri.
Á leguni høvdu vit nógv virksemi, sum familjurnar kundu royna, so sum súkklubátar, kano, primitiv matgerð og mong onnur virksemi. Hesi virksemini vóru góð høvi til, at samansjóða familjurnar og geva teimum eitt upplivilsi saman.
Øki á skótadeplinum á Selatrað er stórt og tí sóust vitjandi eisini uppi við spæliplássi, legubáli, ánna og
úlvaholuna. Her høvdu tey vitjandi eisini møguleika, at uppliva náttúruna í friði. Viðarlundin, sum liggur viðskótadepilin, varð eisini nógv vitjað.
Eitt av okkara málum á familjuleguni, er at halda prísstøði so lágt, at tað er møguligt hjá familjuni, at vitjaleguna. Tí hava vit valt, at tað er ókeypis hjá øllum, at koma á leguna og seta telt upp á økinum.
Eisini hava familjurnar møguleika, at taka teirra egna mat við, sum tey so hava møguleika, at grillað á staðnum.
Enn einaferð takka vit fyri stuðulin og var hann við til, at familjulegan aftur í ár varð sera væleydnað.
Við skótakvøðu
Landsnevndin
KFUM skótarnir í Føroyum
Frágreiðingar, Tíðindi