20. juni 2019

Dramaverkstaðið – útileikurin Onkalo

Frágreiðing um útileikin Onkalo

Leikurin Onkalo var spældur í Plantaguni í Havn 25. mai 2019. Onkalo er ein frásøgn um nútíðina, sum verður tátíð, og sum møtir framtíðini.

15 tannáringar spældu leikin, summi hava gingið til drama í fleiri ár, men hjá nøkrum var hetta fyrstu ferð tey spældu so stóran leik.

Tað vóru 2 sýningar, kl. 16.00 og kl. 18.00, sum vóru væl vitjaðar, hóast tað var bítandi kalt og fitt av vindi norðanífrá.

Eitt sindur um leikin:

Hvussu nógv ár kunnu vit hugsa fram? 5 ár, 10 ár, 100 ár ella 1000 ár? Hatta er søgan um Valuta, Ikea, Nivea, Cola, Tiffany, Gucci, Panasonic, Nokia, Aquador, Mac, Sony og Google, børn langt frammi í framtíðini. Tað eru gingin so nógv ár, at minnini um í dag, eru óklár og vanskeplað. Tað einasta man minnist, er, at tað var ein fantastisk øld, ein øld har alt var møguligt. Tey kalla øldina fyri Luksusøldina. Í Luksusøldini bleiv Onkalo uppfunnið av luksusfólkunum, men ongin minnist orduliga hvat tað var, annað enn at tað var vandamikið og óatkomandi. Av tí sama, so heldur man nú, at Onkalo er ein guddómur, sum hevur ókendað styrki og møguleikar.

Leiklongdin var uml. 1 tíma.

Frágreiðingar