13/08/2014

Dramaverkstaðið – Summarleikir

Bólkurin Sýran (10 næmingar, 12 til 14 ára gamlir) spæla leikin Annars!

Ein røð av sjálvssøgum, fortaldar av ungum tannáringum, tey høvdu sjálvi valt søgurnar. framførslan var annarleiðis og sera poetisk. Dramalærari: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

Bólkurin sýndi fram tvær ferðir týsdagin 3. juni. Sýningin var uml. 35 min. long.

Bólkurin Aksið (13 næmingar, 10 til 12 ára gamlir) spældu leikin Ósjónliga gentan.

Á einum barnaheima fylgja vit einum bólki av javngomlum gentum. Ein teirra er illa fyri, og hon verður nærum ósjónlig fyri hinum. Hetta endar galið, og hon rímur av barnaheiminum. Sera væl spælt av børnunum í hesum bólki! Lærari: Hjørdis Johansen

Aksið spældi Ósjónliga gentan tvær ferðir sunnudagin 1. juni. Leikurin var uml. 40 min langur.

Bólkurin Spírin (11 næmingar, 9 til 10 ára gamlir) spældu leikin Fremmanda gentan.

Leikurin snýr seg um at vera flóttarfólk í Føroyum, og í leikinum verður vandamálið happing viðgjørd. Lærari: Ebba Sofía Kruse.
Spírin spældi Fremmanda gentan tvær ferðir leygardagin 25. mai. Leikurin var uml. 15 min. langur

Bólkurin Fræið (10 næmingar, 7 til 9 ára gamlir)

Børnini høvdu improviserað ein leik, saman við læraranum, út frá søguni um Geitalombini. Geitalombini mugu vera einsamøll heima, meðan mamman fer at keypa. Meðan hon er burtur, kemur úlvurin og sooo verður galið. Tað var stuttligt at síggja, og leikurin eyðnaðist sera væl. Lærari: Ebba Malena d Thomsen.

Leikurin Geitalombini var spældur tvær ferðir sunnudagin 26. mai. Leikurin var uml. 15 min langur.

Frágreiðingar, Tíðindi