7. november 2019

Dramaverkstaðið – luttøku á Splæsh Camp & Nordisk Teateruke, aug. 2019

Eg havi gingið á Dramaverkstaðum í nøkur ár. Tá eg hoyrdi at eg fekk møguleikan at fara til eina teaturlegu í Norra, visti eg beinanvegin at eg vildi fara, so eg meldaði meg til, og nakrir dagar seinni fekk eg mail um, at eg hevði fingi pláss á leguni. 

Vit flugu úr Kastrup tann 5. august kl 09:20. Eg fylgdist við eini gentu ið eitir Guðrin og hennara foreldrum. Tá ið vit lendu í Oslo fingu vit okkara leigubil, og síðan byrjaði biltúrurin til Hove Leirsenter í Arendal. Í byrjanini var tað meeega ringt at skilja hvat tey søgdu, men ímóti endanum av viku skilti eg næstan alt tey søgdu. Eg dugi at lesa norskt, men at skilja og úttala tað var eitt sindur ringari. 
 
Eg og Guðrin vóru í einum skeiði ið æt ‘acting on screen’ og vit gjørdu ein film. Vit vóru uml 15 á liðnum. Tann fyrsta dagin funnu vit útav hvat filmurin skuldi vera um, og hinir 3 dagarnir filmaðu vit. Vit filmaði uml 6-7 tímar um dagin (við pausum, sjálvandi)
 
 Vit fingu morgunmat kl 8-9, døgurða kl 12:30-13:30, og náttura kl 18-19. Tað var sjálvtøkuborð, og vit kundu velja at eta inni í einum festivaltelti, ella úti í grasinum. 
 
Vit svóvu í hyttum við tveimum koyggjisongum, og høvdu sjálvi ansvar fyri at fara í song, og vakna til tíðina. Har vóru 8 kømur í hyttunum, tvey ves, og tvær brúsur. 
 
Um dagin filmaðu vit o.a, og um kvøldið hugnaðu vit okkum T.d hugdu it at ‘the nun’ eitt kvøldið. Hann var góður, men óhugnaligur. Tað síðsta kvøldið høvdu vit disko. Tað var sera stuttligt.
Eg fekk eisini nógvar vinir, og tað eri eg sera takksom fyri.
 
At enda vil eg bara takka tykkum fyri stuðulin, tí annars hevði eg aldrin fingið hesa upplivilsina.
 
Vh Katrina 🙂
Feløg