5. februar 2020

CISV – North Atlantic Workshop

Í seinnu helvt av 2019 søkti CISV Føroyar um stuðul til at fara á eina vikuskiftislegu í Íslandi, sum byrjaði hósdag og endaði sunnudag. Legan, ið kallast North Atlantic Workshop ella NAW, var fyri fyrstu ferð í Danmark í 2018 og hevði endamálið at fáa Føroyar og Grønland uppí ungdómsdeildina av CISV nevnt Junior Branch (JB). Hetta eydnaðist væl, Føroyar komu uppí JB virksemið og eru við til flestu vikuskiftis legur. Hesar vikuskiftislegurnar eru gjørdar til at hava eina kompakta og læruríka legu har man fokuserar uppá ymisk evni, ið hava við viðurskiftir, sum vit hoyra um í dagligdegnum, t.d. mannarættindi, burðardyggan livihátt, finna loysnir til ymsar konfliktir og ymiskleikan ímillum fólk.

Vit høvdu ein minni trupulleika við ferðing til og frá Íslandi, har føroyingarnir ikki høvdu ein nóg bíligan møguleika at ferðast hósdag til Ísland, tí so skuldu teir fyrst flúgva til Danmarkar og síðani til Íslands, ið hevði kostað teimum uml. 1000 – 1500 DKK meir. So loysnin bleiv tann, at teir komu fyrsta túrin til Íslands fríggjadagin 18. oktober, men tó fingu tað mesta við.

Hósdagurin innibar mestsum at fáa hesi 25 fólkini úr Skandinavia og Evropa at kennast betur soleiðis, at man kundi fáa mest sum møguligt burturúr hesum trimum tætt pakkaðu døgunum, við ymsum aktivitetum/training sessions, ið innibóru at læra ungdómin um burðardygga menning, rættindini hjá fólkum, hvussu man kann inkludera fólk og m.a., umframt at tey lærdu um hvussu man kann standa fyri líknandi aktivitetum og blíva ein leiðaratypa. Fríggjadagurin og leygardagurin líktust nokkso nógv hvørjum øðrum, um man nú hugsar um tíðarætlanina, við fimm ymiskum aktivitetum, í einum degi sum byrjar kl. 08.30 við morgunmati og offisielt endar kl. 22.00, har tríggjar av aktivitetunum vardu tveir tímar hvør og hinar uml. hálvanannan  tíma hvør. Harímillum vóru so fýra ymsar máltíðir og ein hálvan tíma steðgur ímillum aktivitet eitt og tvey. Síðani vóru tvær eitt sindur festligari og smá óseriøsar aktivitetir at enda kvøldini við. Sunnudagin var so ein lítil aktivitetur um hvussu tungumálini broytast og doyggja út fleiri og fleiri. Hereftir var so ein eftirmeting av leguni, har mett var um hvussu alt riggaði heilt frá matinum til hvussu aktvitetir og tílíkt var skipað. Síðani bleiv reingjørt og fólk vóru klár at fara heim.

Hendan sunnudagin kundu føroyingarnir ikki sleppa heim, men fingu eitt stað at yvirnátta til mánamorgun har flogfarið skuldi flúgva uml. kl. 09.00, men vegna tekniskar trupulleikar bleiv flogfarið seinkað einar seks tímar. Vit komu tó heim í øllum góðum og klár at fara í skúla næsta dagin.

Ein væleydnað ferð, ið hevði onkrar trupulleikar, har fólk lærdu nógv, fingu nógvar nýggjar vinir og møttu gomlum vinum, høvdu tað stuttligt og mest umráðandi komu aftur til okkara kæru Føroyar í øllum góðum.

Frágreiðingar