27. maj 2020

Skótalið Nólsoyar Pálls – 75 ára hald

Dagurin eydnaðist sera væl, við góðum veðrið og nógvum luttakarum. Alt í alt vóru omanfyri 200 luttakarar til tiltøkini hendan dagin. Á skránni var i skrúðgonga, svimjing, kvøðing, Nólsoyar Pálls garður og hald í Spinnarínum. Røðan hjá Árna Skaale á 75 ára hátíðarhaldinum Á Grækarismessu 2019 vóru 75 ár síðan Skótalið Nólsoyar Pálls varð sett […]

Frágreiðingar
5. februar 2020

Ung fyri miðflokkin – Røð av almennum kjak tiltøkum

1. Tað fyrsta tiltakið var t. 14. juli 2016 í Posthúskjallarinum. Tá hevði Bill Justinussen ein fyrilestur um hvussu vit brúktu neyð- og menningarhjálpina, ið hvørt ár verður avsett av fíggjarlógini. Bill greiddi frá hvussu Løgtingið og Landsstýrið viðgera umsóknir til meninngarátøk, og vit fingu innlit í hvørjar verkætlanir eru stuðlaður síðstu árini. Aftaná kom […]

Frágreiðingar

CISV – North Atlantic Workshop

Í seinnu helvt av 2019 søkti CISV Føroyar um stuðul til at fara á eina vikuskiftislegu í Íslandi, sum byrjaði hósdag og endaði sunnudag. Legan, ið kallast North Atlantic Workshop ella NAW, var fyri fyrstu ferð í Danmark í 2018 og hevði endamálið at fáa Føroyar og Grønland uppí ungdómsdeildina av CISV nevnt Junior Branch […]

Frágreiðingar
4. februar 2020

SU – summarlega á Utøya

Øvugt tí, sum nógv halda, verður summarlegan á Utøya enn hildin á sumri hvørt ár. Eftir ein støðg á gott fýra ár, aftan á álopið, 22. juli, í 2011, er legan aftur miðdepil fyri ungdóm í arbeiðararørsluni í Noregi og eitt tað mest týdningarmesta savningarstaðið innan norskan politikk. Legan er aftur merkt av tí sama […]

Frágreiðingar
30. januar 2020

SU – UNR

Umboð fyri SU Herborg Gaardlykke og Karin Reginsdóttir Joensen, luttóku á UNR fundi í november 2019 í Svøríki. Fleiri týdningarmikil mál vóru á skránni, sum SU umboðini høvdu fyrireikað seg væl til. Her kann m.a. nevnast, at síðsta mál, sum varð samtykt á fundinum, var, at Føroyar skal hava egnan sess í Norðurlandaráðnum. Málið varð […]

Frágreiðingar
10. januar 2020

Skótalið KFUMs – Inspiratiónsferð fyri leiðarar

Tankin við hesum hugskotinum var, at vit eldru leiðarar, lærdu og geva íblástur til tey yngru, so tey ein dag kundi taka við ábyrgd og leiðsluni í Skótalið KFUM´s. Vit vóru í Botni í Suðuroy. Skráin var ímillum annað ein postarrenning runt í Suðuroy og eisini fyrilestrar um leiðslu og eisini um ymsar góðar avtalur, […]

Frágreiðingar

HUXA – lærlingatiltak

Tiltakið var at upplýsa og síðani skapa kjak um ætlaða lærlingafrádráttin hjá landsstýrinum. Tiltakið skuldi eftir ætlan byrja við 4 framløgum frá ávikavist landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Beinir Johannesen vegna Huxa, leiðaranum á Yrkisdepilnum og formanninum í Føroya Handverkarafelag. Dagin fyri tiltakið boða landsstýrismaðurin og formaðurin í Føroya Handverkarafelag frá avboð. Ístaðin forkláraði Beinir Johannesen eitt […]

Frágreiðingar
10. december 2019

Skótalið KFUMs – Heinastova

Heinastova er ein smátta sum stendur í Likkudali, sum er í Suðurstreymi, uml ein kilometur vestan fyri grótbrótinum úti í Glyvurnesi. Hettar var ein smátta hjá KFUM skótinum á Argjum, men av tí at tað arbeiðið datt niðurfyrið, støðgaði byggingin av smáttuni upp.  Fleiri av teimun gomlu limunum hjá KFUM skótunum á Argjum blivu limir […]

Frágreiðingar

Skótalið KFUMs – 1. hjálpardukka

Skótaliðið søkti FUR um stuðul til eina 1. hjálpardukku og umsóknin varð gingin á møti. Hettar er sera gott fyri okkara arbeiði, serligani tá okkara slagorð er “Learning by doing” Hettar gevur skótunum eina nógv greiðari mynd av hvussu 1. hjálp hongur saman. Eisini kann man siga at skótarnir læra at bjarga lív við hesari […]

Frágreiðingar