About Føroya Ungdómsráð

17. marts 2019

Skótaliðið Borgin – Spejdernes Lejr

20. juli 2017, fóru vit 14 skótar og 4 leiðarir til Danmarkar, fyri at luttaka á Spjedernes lejr í Sønderborg. Flogi var við Atlantic Airways til Billund. Vit leigaðu ein buss, sum koyrdi okkum til Horsens, har vit búðu í skótahúsinum hjá de grønne spejder i Horsens, í 2 dagar. Í Horsens hugnaðu vit okkum, […]

Frágreiðingar
13. marts 2019

Losjan Glotti í Gøtu – leikurin Hedda Gabler

”Hedda Gabler” í býráðshúsinum í Norðragøtu 02. Dec 2018 Losjan Glotti Sjónleikardeildin hevur seinastu 6 vikurnar hildið til í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu í Norðragøtu. Leikurin “Hedda Gabler”, eftir Henrik Ibsen og Patrick Marber varð uppsettur í vakra og serstaka býráðshúsinum hjá Eysturkommunu. Búi Egason Dam leikstjórnaði, og kom hann tíðliga í tilgongdini við uppskotinum at […]

Frágreiðingar

XPERIMENT – kórferð

Frágreiðing til FUR um nýttan stuðul Í byrjanini á 2018 søkti XPERIMENT um stuðul til at fara á eina konsertferð til Spania. Stutt sagt eydnaðist hendan ferðin sera væl. Fyri at fáa mest møguligt burturúr, flugu vit fyrst til Bergen, og víðari har frá til Alicante, ístaðin fyri at fara gjøgnum Keypmannahavn. Í Bergen høvdu […]

Frágreiðingar
27. februar 2019

Skótalið Nólsoyar Páll’s – Skúvadalshúsið

Klaksvík 26. februar 2019 Frágreiðing um hvat peningurin, sum FUR játtaði til Skúvadalshúsið, er brúktur til. Steintøj og tilfar til innrættan av køki Steintøj, grýtur og bestikk til køkin vóru keypt inn. Síðan valdu vit at seta køkin upp heimi í býnum. Til hetta endamálið gjørdu vit eitt modell, í fullum skála, á loftinum í […]

Frágreiðingar
24. februar 2019

KFUM skótarnir í Føroyum – NSK fundur

Tvey umboð fyri FSR vóru við á NSK fundinum í Oslo, sum er eitt norðurlendskt samstarv, har skótasamskipanirnar viðgerða ymisk mál og tiltøk sum eru aktuel. Á fundinum í 2017 var t.d. aktivitetsplanin fyri komandi árini viðgjørd og løgd fram til góðkenning. Aktivitetsplanin er ein ætlan fyri øll tiltøk komandi árini, so øll londini ikki […]

Frágreiðingar
18. februar 2019

KFUM skótarnir í Kvívík – Spejdernes Lejr

Hósdagin 20. juli møttust vit á flogvøllinum í Vágum. Jónas, Andrea og Anni fóru ein túr fyrr enn vit onnur. Og Augusta var farin við Norrønu undan okkum við fullum bili av útgerð til skótaleguna. Skótarnir úr Hvalvík fóru sama túr sum vit. Flogtúrurin til Billund var góður  og vit komu fram í øllum góðum. […]

Feløg
30. november 2018

Ung í Dansi – Nordlek

Vit vóru 9 ung úr Føroyum, sum fóru til Svøríkis tann 6. til 15. Juli 2018. Vit komu ymsa staðni úr Føroyum. Men tó øll limir í Ung í dansi. Hesi ungu vóru við til tiltakið í Svøríki 2018. Dávur Syderbø  Húsar Silja Sivertsen  Norðdepil Monika  Osberg Højsted  Klaksvík Snæbjørg Gustavsdóttir  Norðoyri Anja Herálvsdóttir Jensen  […]

Frágreiðingar
3. oktober 2018

XPERIMENT – kórferð

Vit fōru úr Vágum við flogfarið til Bergen 7 mai kl.07.40. Vit frammførdu nakrar sangir umborð ä flogfarinum. Sama dag frammførdu vit á torginum í Bergen 4 føroyskir sangir.Nógv fólk støðgaðu á fyri at lurta.Síðani frammførdu vit 4 sangir á Opus 16 (Grieg Hotel),í resteratiónini..So kann man siga,at konsertferðin væl og virdiliga var”skotin”í gongd.Sama kvøld […]

Frágreiðingar
17. september 2018

Skótalið KFUM´s – 1. hjálpar-dukka

1 Hjálpar dukkan er keypt og komin oman í Skótahølini. Hon riggar sera væl til okkara endamál, tá vit skulu læra 1. Hjálp. Skótarnir hava tað slogan “Learning by doing”, so hettar er sera gott og skótarnir tíma eisini sera væl hendan aktivitetin.   So vit takka fyri stuðulin FUR Við skótakvøðu Bogi F. Sigurstein […]

Frágreiðingar

Skótalið KFUM´s – bólkalega

Bólkalegan hjá Skótalið KFUM´s var í Skálavík Hon var sera væl eydna, vit fingu samansjóða allan bólkin, so hettar verður eitt afturvendandi tiltak. Vit upplivdu tá skótaárði byrjaði aftur, at allir úlvarnir, sum skuldi flyta upp til skótaliði, møttu allir upp. Hettar er sera óvannligt, ofta plaga teir at gevast í summarfrítíðina. Nokk av tí […]

Frágreiðingar