About Føroya Ungdómsráð

10. januar 2020

Skótalið KFUMs – Inspiratiónsferð fyri leiðarar, 2019

Tankin við hesum hugskotinum var, at vit eldru leiðarar, lærdu og geva íblástur til tey yngru, so tey ein dag kundi taka við ábyrgd og leiðsluni í Skótalið KFUM´s. Vit vóru í Botni í Suðuroy. Skráin var ímillum annað ein postarrenning runt í Suðuroy og eisini fyrilestrar um leiðslu og eisini um ymsar góðar avtalur, […]

Feløg

HUXA – lærlingatiltak, 2019

Tiltakið var at upplýsa og síðani skapa kjak um ætlaða lærlingafrádráttin hjá landsstýrinum. Tiltakið skuldi eftir ætlan byrja við 4 framløgum frá ávikavist landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Beinir Johannesen vegna Huxa, leiðaranum á Yrkisdepilnum og formanninum í Føroya Handverkarafelag. Dagin fyri tiltakið boða landsstýrismaðurin og formaðurin í Føroya Handverkarafelag frá avboð. Ístaðin forkláraði Beinir Johannesen eitt […]

Feløg
10. december 2019

Skótalið KFUMs – Heinastova, 2019

Heinastova er ein smátta sum stendur í Likkudali, sum er í Suðurstreymi, uml ein kilometur vestan fyri grótbrótinum úti í Glyvurnesi. Hettar var ein smátta hjá KFUM skótinum á Argjum, men av tí at tað arbeiðið datt niðurfyrið, støðgaði byggingin av smáttuni upp.  Fleiri av teimun gomlu limunum hjá KFUM skótunum á Argjum blivu limir […]

Frágreiðingar

Skótalið KFUMs – 1. hjálpardukka, 2019

Skótaliðið søkti FUR um stuðul til eina 1. hjálpardukku og umsóknin varð gingin á møti. Hettar er sera gott fyri okkara arbeiði, serligani tá okkara slagorð er “Learning by doing” Hettar gevur skótunum eina nógv greiðari mynd av hvussu 1. hjálp hongur saman. Eisini kann man siga at skótarnir læra at bjarga lív við hesari […]

Feløg
7. november 2019

Amnesty Ung – ung og aktivisma tiltak, frá barnabrúður í Somalia til aktivist í Íslandi, 2019

Ungdómsbólkurin hjá Amnesty hevur sett sær fyri at seta fokus á ung og aktivismu. Hetta skal gerast við støði í Amnesty átakið, sum kallast DIRVI. Hetta tiltakið er partur av eini størri verkætlan, sum snýr seg um at varpa ljós á ungdómsaktivismu. Fyrsta av fleiri tiltøkum var tiltakið “Frá barnabrúður í Somalia til aktivist í […]

Feløg
6. september 2019

Føroya Skótasamband – Back to the Roots í Grønlandi

Ferðafrásøgn Luttøku á Back To the Roots í Grønlandi  Endamál Vit hava verið á eini ferð í Ilulissat í Grønlandi. Tiltakið nevndist Back to the Roots. Tiltakið var fyriskipað við tí fyri eyga at kunna ung úr norðurlondum um mentanir og mentanarmunir í norðurlondunum. Hartil lærdu vit nógv um burðadygd og ymsir frálæruhættir. Sutt lýsing av […]

Frágreiðingar
20. juni 2019

Dramaverkstaðið – útileikurin Onkalo

Frágreiðing um útileikin Onkalo Leikurin Onkalo var spældur í Plantaguni í Havn 25. mai 2019. Onkalo er ein frásøgn um nútíðina, sum verður tátíð, og sum møtir framtíðini. 15 tannáringar spældu leikin, summi hava gingið til drama í fleiri ár, men hjá nøkrum var hetta fyrstu ferð tey spældu so stóran leik. Tað vóru 2 sýningar, […]

Frágreiðingar
27. marts 2019

Ung í dansi – dansiferð til Svøríkis í samband við Nordlek

Endamálið við ferðini var, at geva føroyskum ungum dansiáhugaðum ein møguleika at koma at kenna onnur norðurlendsk ung, ið eisini hava fólkadans sum áhuga. Samstundis, sum tey møttu nýggjum vinum, fingu tey eisini kunnleika til norðurlendskan fólkadans, eins og hesi føroysku ungu góvu norðurlendingum innlit í tann føroyska dansin og føroyska mentan. Í samband við […]

Frágreiðingar