ÁRLIGUR STUÐUL – LIMAFELAGSSKAPUR

Freistin at søkja um árligan stuðul til limafelagsskapir í FUR er 1. apríl kl. 24.

Árliga umsóknarskjalið verður sent limafeløgunum í seinnu hálvu í februar á hvørjum ári, til upplýstu teldupostadressu hjá felagnum, sbrt. innlatna árliga skrásetingarskjalinum við freist 15. februar. Hevur limafelagið ikki latið inn árliga skrásetingarskjalið við dagførdari teldupost adressu hjá felagnum, verður teldupost adressan nýtt sbrt. seinast innlatna skásetingarskjali.

FUR eftirkannar, um umsóknirnar eru fullfíggjaðar. FUR kunnar felagsskapin um møgulig brek við umsóknini innan 7 dagar eftir móttøku, umvegis teldupostbústað, sum er upplýstur í skrásetingarskjalinum. Eftir hetta hevur felagsskapurin 7 dagar at fáa umsókn sína í rættlag, soleiðis at hon kann viðgerast.

Gev gætur, at um felagsskapurin ikki hevur latið fullfíggjaða umsókn inn eftir longda tíðarfreist, verður hon ikki roknað sum innkomin og verður tí eingin stuðul útgoldin í ár. T.e. eru manglar, verður latin ein freist og ikki fleiri 7 daga rullandi freistir.

Umsóknarblaðið

  1. Biðið verður um grundleggjandi kontakt upplýsingar og um kontonummar hjá limafelagnum, sum søkir um stuðul til at flyta árliga stuðulin á.
  2. Biðið verður um samlaðu limagjalds inntøkuna “Limagjøld limir yngri enn 30 ár”, vísandi til roknskapin hjá felagnum fyri stuðulsárið. Fyri at fáa stuðul, skulu tað verða 30 limir í limafelagnum undir 30 ár í undanfarna ári, sum hava goldið limagjald. Limagjaldið skal vera í minsta lagi 100 kr. árliga fyri hvønn lim og limagjaldið skal verða goldið í 2018 fyri, at limagjaldsstuðul kann verða veittur, t.e., at stuðul bert kann vera útlutaður til gjaldandi limir í undanfarna roknskaparári.
  3. Biðið verður um tal á limum yngri enn 30 ár pr. 31.12., sum hava goldið limagjald í undanfarna ári.
  4. Árliga limagjaldið skal í minsta lagi vera kr. 100 og fyri at kunna eftirkannað limatalið er neyðugt at fáa upplýst limagjaldið, sum limafelagið fær og limagjaldið, sum lokalfelagið fær. Á hendan hátt ber til at eftirkanna, at inntøkan frá limagjaldinum fyri limir yngri enn 30 ár samsvarar við roknskapin.
  5. Inntøkan fyri limagjøld frá limum yngri enn 30 ár skal samsvara við upplýsta limatal, við limalistan og við roknskapin. Er limatalið uppgivið til 30 og limagjaldið er kr. 350, harav limafelagið fær 140 og lokalfelagið fær 210, so eigur tað at framganga av roknskapinum, at limafelagið hevur eina netto limagjaldsinntøku fyri limir yngri enn 30 ár uppá 140×30 = kr. 4.200. Í roknskapinum hjá lokalfelagnum er upphæddin 210×30 = kr. 6.300.
  6. Stuðulin verður lutaður út útfrá “Limagjøld limir yngri enn 30 ár” í roknskapinum, limalistanum og árliga limagjaldinum.

Saman við umsóknarskjalinum skulu umsøkjarar lata inn:

  1. Limalista pr. 31 12. í undanfarna ári yvir allar limir undir 30 ár. T.e., at listin skal bert innihalda limir yngri enn 30 ár pr. 31.12., sum hava goldið í minsta lagi kr. 100 í limagjaldi undanfarna ár. Limalistin skal vísa navn (fornavn og eftirnavn, bústað og føðingardag)
  2. Ársfrágreiðing fyri virksemi í stuðulsárinum.
  3. Virkisætlan og/ella –skrá fyri inniverandi ár.
  4. Grannskoðaðan roknskap. Tað verður ikki kravt, at tað er ein skrásettur ella løggildur grannskoðari sbrt. grannskoðaralógini. Tó er tað krav, at tað er ein uttanhýsis grannskoðari hjá feløgunum t.e., at grannskoðarin kann ikki vera limur ella sita í nevndini hjá felagnum. Grannskoðarin skal somuleiðis eisini vera gegnigur.
  5.  Fíggjarætlan fyri 2019.

Roknskapurin skal vera undirskrivaður av grannskoðara við dagfesting.

Roknskapurin skal hava ein teig nevndur “Limagjøld limir yngri enn 30 ár”, har samlaða inntøkan frá limagjaldi greitt og eintýðugt framgongur fyri stuðulsárið. Limagjaldið skal ikki verða samanblandað við luttøkugjald, atgongumerki e.a. Til ber ikki t.d., at atgongumerki til eitt tiltak samstundis er eitt limagjald. Til ber at tekna limaskap og so síðani at feløg geva sínum limum ávísar fyrimunir.

Limagjøld innkomin árið eftir verða forskotin og bókað í inniverandi roknskaparári.

Formaðurin váttar umsóknina við at skriva navn sítt við spjaldrastavum og undirskrift.

Umsóknarblaðið til limafeløg til árliga stuðulin fyri stuðulsárið 2018 við freist 1. apríl 2019 er tøkt her.

Gev gætur, at umsóknarblaðið verður javnan dagført og tí er neyðugt at feløgini brúka dagført umsóknarblað, sum verður sent feløgunum  í seinnu hálvu í februar mánaði á hvørjum ári.