Árligt skrásetingarblað

Á hvørjum ári er tilgongdin at feløgini í FUR – bæði limafeløg og lokalfeløg, lata inn árligt skrásetingarblað til tess, at FUR hevur dagførdar grundleggjandi upplýsingar um feløgini.

Formliga er tað eisini avgerandi, at limafeløgini skráseta síni lokalfeløg, sum sostatt eru at meta sum lokalfeløg hjá limafelagnum.

Freistin at lata inn árliga skrásetingarblaðið er 15. februar á hvørjum ári.

Árliga skrásetingarblaðið inniheldur m.a. teldupostadressuna hjá felagnum, har FUR síðani sendir umsóknarblaðið til árliga stuðulin til.

Í skrásetingarblaðnum skulu í minsta lagi vera upplýsingar um endamál, nevndarlimir, umboðsstjórnarlimir, limatal pr. 31.12. og lokalfeløg hjá limafelagsskapinum. Aftur at hesum, kann starvsstjórnin eisini biðja um aðrar upplýsingar.

Skrásetingarblaðið verður javnan dagført av tí, at tørvurin á upplýsingum broytist. Tess vegna verður árliga skrásetingarblaðið sent feløgunum fyrst í januar mánaði á hvørjum ári.

Skrásetingarblaðið 2019 er tøkt her.

Hevur felagið lokalfeløg, skal eisini skrásetingarblað um lokalfeløg latast inn.

Skrásetingarblaðið um lokalfeløg og næmingafeløg er tøkt her.